Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Tað hevur gingið sera væl hjá Rebekku og Marnar, sum bæði hava runnið 1.500m í Pallas Spelan í Malmø í dag. Breytin er 200 metrar long og tí skuldu rennast 7½ umfar. Rebekka luttók í bólkinum gentur 19 ár. Tær vóru fýra, umframt sjey kvinnur sum runnu saman við gentunum. Málið hjá Rebekku var at náa undir 5 minuttir, sum svarar til 40 sekund fyri hvørt umfar. Hesa ferðina helt hon heilt til 1.200 metrar og tá lá hon á sjeyndaplássið samanlagt. Men tá tað restaðu 1½ umfar byrjaði hon at seta ferðina upp, og seinasta umfar rann hon somikið væl, at hon fekk allar aftur uttan tað einu kvinnunua, sum akkurat megnaði at halda Rebekku aftanfyri seg tá tær fóru um málstrikuna. Rebekka rann so mikið skjótt seinastu 300 metrarnar, at tíðin hjá henni bleiv 4.50,34 min. sum er persónligt met við 15 sekundum!! og klárt undir Oyggjaleikakravið, sum er 5.03 min. Rebekka vann bólkin gentur 19 ár. Hjartaliga tillukku Rebekka - flott, flott!!

Marnar, sum luttók í bólkinum dreingir 17 ár, hevði sett sær sum mál at renna eina tíð, sum varð umleið 4.10,00 min. og svarar til 33,3 sekund hvørt umfarið. Hann var komin í betra riðilin. Fyrra riðilin vann Bragdadrongurin, Regin Joensen, við tíðini 4.31,96 min. Tað bleiv lagt nakað varligari fyri, og lá Marnar eitt vet afturi í feltinum. Tá teir komu framvið 800m hevði Marnar lagt seg á odda. Millumtíðin á 1.000m, sum eftir ætlan skuldi verða 2.46 min. var 2.54 min. og lá Marnar framvegis fremstur. Men tá hann frætti millumtíðina á 1.000m setti hann væl meiri ferð á. Hann slapp at liggja á odda til tað manglaðu 250 metrar, og tá fór tann, sum vann kappingina framum. Hóast Marnar royndi alt tað hann var mentur at fáa hann aftur, so eydnaðist tað akkurat ikki. Marnar rann seg til eitt flott 2.pláss við tíðini 4.16,74 min., sum eisini er persónligt met hjá honum.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá FÍF her og har eru eisini nakrar myndir at síggja.