Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Góð undirtøka til innandura venjingarnar


Hesi fittu børnini møttu til venjing í kvøld. Her avmyndaði saman við venjarunum Rebekku og Marnar

Í vetur venja børnini týsdag kl. 17-18. Tað hevur verið rættiliga góð uppmøting síðani byrjan í september, og hava eini 30-35 børn verið til hvørja venjing. Tann eina dagin vóru heili 45 børn. Tað er bert at fegnast um at uppmøtingin er so góð sum hon er. Venjari er Gutti, sum hevur fingið sera góða hjálp frá Rebekku og Marnari til venjingarnar. 

-Uttan teirra hjálp, hevði tað verði ein sera trupul uppgáva, at trena so nógv børn samstundis einsamallur, og tí eri eg sera takksamur fyri at, Rebekka og Marnar kunnu hjálp mær við venjingunum, sigur ein fegin Gutti.

Tað eru fleiri evnarík børn at síggja til venjingarnar, og vónandi fara vit at síggja tey til kappingarnar uttandura í summar.

Felagið hevur bílagt meiri venjingarútgerð, so venjingarnar kunnu blíva meira fjølbroyttar fyri bæði børn og venjarar. Vónandi er tann útgerðin tilreiðar at taka í brúk beint eftir nýggjár.

Eftir seinastu venjing áðrenn jól, sum verður týsdagin 21. desember, verður skipað fyri hugnaløtu fyri børnunum. Tann dagin vónar Treysti, at síggja nógv børn til venjing.


Tey vaksnu møta eisini væl upp. Her er tað Jórun í stendur fyri styrkivenjing

Tey vaksnu venja innandura týsdag kl. 18-19 og fríggjadag kl. 17-18. Hósdag kl. 18-19.30 er venjing á vøllinum. Uppmøtingin er best týskvøld tá eini 50-60 plaga at venja. Tað eina týskvøldið vóru heili 75 fólk til venjingina. 

Til sirkulvenjingarnar fríggjadag eru gjarna eini 30 fólk. Onkuntíð fleiri og onkuntíð færri. 

Hóskvøld er intervalvenjing á vøllinum á skránni, og tá eru úr eini 10 fólk og onkuntíð upp til yvir 30 fólk. Veðrið kann onkuntíð hava ávirkan á uppmøtingina, men tað man vera sera sjálvdan.

Tað er Gutti, sum stendur fyri øllum venjingunum hjá teimum vaksnu.

Tann sosiali parturin og samanhald, hava sera stóran týdning í einum vælvirkandi felagskapi. Tað má sigast, at samanhaldið og tann sosiali parturin millum íðkararnar, sum eru í øllum aldri, eru sera vælvirkandi í Treysti. Eisini aðrastaðni frá, enn Klaksvík í Norðoyggjum, møta fólk til venjing og enntá úr Eysturoynni kemur onkur.


Ja, stuttligt er! Her syngja tey: - Latið húkin standa! 


Armboyggingar eru til hvørja innandura venjing


Eileen, sum her ger ryggøvilsir, møtir trúliga til venjing


Uttara síða lær


Heðin kýtir at gera búkøvilsir


Tað stendur ikki á hjá Heina at gera armboyggingar


Karin er trúføst at møta til venjingarnar - inni sum úti!