Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2017























Aðrir stuðlar:



Annað





Røsku ungu genturnar úr Treysti gjørdu "reint borð" í samlaðu TF Vetrarkappingini og blivu nummar eitt, tvey og trý. Maria B. endurtók sigurin frá 2016, 2015 og 2014. Nummar tvey gjørdist Oddvør. Vibeka, sum luttók fyri fyrstu ferð, gjørdist flott nummar trý.

Hetta er fjórðu ferð, at Maria vinnur Vetrarkappingina fyri gentur. Vinnur hon komandi kapping, so hevur hon vunnið allar fimm kappingarnar, sum hon hevur havt møguleika at luttikið í sum genta! Í løtuni er ilt at síggja hvør skal geva Mariu kapping um fyrstaplássið komandi vetur. Oddvør vann í 2013 og er blivin nummar tvey fýra ferðir. Næstu Vetrarkapping rennir hon í opna bólkinum.

Maria og Vibeka hava saman við Rebekku luttikið í øllum átta umførunum, og ognaðu sær eitt páskaregg frá FÍF afturfyri.

Í dreingjabólkinum gjørdist Hans samlaður vinnari. So nú hava báðir brøðurnir Gunnar og Hans vunnið dreingjabólkin í Vetrarkappingini. Spennandi verður um lítlasysturin Vibeka eisini fer at vinna gentubólkin einaferð seinni.