Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Gakk ella renn - kl. 12.00 frá FØROYA BJÓR

-----------------------------------------------------------------

Kom við til rennitiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna 2017" á Summarfestivalinum, ið Treysti og Føroya Bjór skipa fyri. Vælumtókta tiltakið verður leygardagin kl. 12.00 á Summarfestivalinum.

Øll sum luttaka eru við í kappingini um góðar vinningar:

- 3 x gávukort á 320 kr. frá Føroya Bjór
- 3 x t-shirt frá Føroya Bjór
- 5 x 6 pk av Jolly Cola

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir "út" og so venda øll "heimaftur" í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Guttorm Sørensen frá Treystinum sigur: “Gakk ella renn fyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtøkt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk ella renn” á Summarfestivalinum. Ætlanin er eisini, saman við Føroya Bjór, at gera hetta tiltakið til ein fastan tátt á komandi Summarfestivalum.

Aftaná renningina er møguligt at fáa okkurt leskiligt frá Føroya Bjór.

Niðanfyri er kort av rutuni (trýst á myndina fyri at fáa hana størri). Fari verður frá Føroya Bjór niðan á Klaksvíksvegin og síðani gongur leiðin út móti Norðoyri, og alt eftir hvar ein er staddur eftir 15 min. verður vent um og aftur somu leið aftur til Føroya Bjór.