Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Nú leygardagin 8.juni kl. 11.00 byrjar sera vælumtókta árliga afturvendandi tiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna", sum í ár eitur "Gakk ella renn fyri heilsuna 2019". Fyrsti túrur verður frá og til FK.

Leisturin verður tann sami, sum í fjør, tvs. at øll byrja samstundis og ganga ella renna so í 15 min. Øll venda so heimaftur harfrá ein er staddur eftir teir 15 minuttirnar. So eigur tað gjarna at taka umleið 15 minuttir, at koma aftur til har ein byrjaði. Hetta skuldi gjarna havt við sær, at øll koma aftur næstan samstundis! Startur og mál verða í sama stað. Í skránni niðanfyri sást hvar byrjað og endað verður.

Byrjað verður kl. 11.00 hvønn leygardag frá 8. juni og til og við 7. september. 

Tilsamans gevur hetta 14 "Gakk ella renn fyri heilsuna" leygardagar. Fyri hvørja ferð ein hevur luttikið verður eisini møguleiki, at ogna sær lutaseðil, sum verða trektir 7. september. 

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, og Treysti vónar at nógv taka av hesum møguleikanum, at koma út at røra seg saman við øðrum í summar.

Skráin fyri summarið 2019 sær soleiðis út:
1. 08. juni - FØROYA KEYPSSAMTØKA
2. 15. juni - SPORT 24
3. 22. juni - HVÍTHÚS
4. 29. juni - TANNSPENN 
5. 06. juli - AMARANT
6. 13. juli - HJÁ ANNU
7. 20. juli - KBI
8. 27. juli - INN
9. 03. aug. - SKÓS 
10. 10. aug. - FØROYA BJÓR (SUMMARFESTIVALUR)
11. 17. aug. - FØROYA KEYPSSAMTØKA
12. 24. aug. - AMARANT
13. 31. aug. - FULLPOWER
14. 07. sept. - NUMO

Stuðlar eru: KBI, EL-IN, Hvíthús, Amarant, Skós, INN, Føroya Keypssamtøka, Føroya Bjór, SPORT 24, J.A.P., Numo, Tannspenn, Fullpower, Hjá Annu og FonnFlog.