Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2017























Aðrir stuðlar:



Annað





Leygardagin 20.mai kl. 11.00 byrjaði sera vælumtókta árliga afturvendandi tiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna 2017". Fyrsti túrur var frá INN leygardagin undan Norðoyastevnu.

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir "út" og so venda øll "heimaftur" í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan samstundis! Startur og mál verða í sama stað. Í skránni niðanfyri sást hvar byrjað og endað verður.

Tiltakið verður kl. 11.00 hvønn leygardag. Undantikin er einans leygardagurin 27. mai á Norðoyastevnu, tá Treysti skipaði fyri árligu Føroya Bjór Renningini. 

Hildið verður á til leygardagin 9. september. Tilsamans gevur hetta 16 "Gakk ella renn fyri heilsuna" leygardagar. Fyri hvørja ferð ein hevur luttikið verður eisini møguleiki, at ogna sær ein lutaseðil, sum verður trektur 9. september. Høvuðsvinningurin verður eitt gávukort frá Fonn Flog umframt aðrar vinningar frá stuðlunum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, og Treysti vónar at nógv taka av hesum møguleikanum, at koma út at røra seg saman við øðrum í summar.

Skráin fyri "Gakk ella renn fyri heilsuna 2017" sær soleiðis:
1. 20. mai - INN
2. 3. juni - RENNARIN (Kráargøta 47)
3. 10. juni - HJÁ SKÓS
4. 17. juni - HVÍTHÚS
5. 24. juni - HJÁ JÓRUN
6. 01. juli - FØROYA KEYPSSAMTØKA
7. 08. juli - KBI 
8. 15. juli - INN 
9. 22. juli - NUMO (VÁGSTÚN)
10. 29. aug. - TREYSTI (BADMINTONHØLLIN) 
11. 05. aug. - FØROYA KEYPSSAMTØKA
12. 12. aug. - HJÁ SKÓS
13. 19. aug. - KBI
14. 26. aug. - BAKARÍIÐ HJÁ JÓRUN
15. 02. sept. - HVÍTHÚS
16. 09. sept. - NUMO (VÁGSTÚN)  

Stuðlar í 2017 eru: Norðoya Sparikassi, KBI, EL-IN, Numo, Hvíthús, Bakaríið hjá Jórun, Hjá Skós, INN, Fonn Flog, Føroya Keypssamtøka, Rennarin, Well, Cheap og Sport 24.