Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin 21. juli skipar Treysti, saman við bóndahjúnunum, Jastrid og Símun Gullaksen, í Uppistovu í Hattarvík, fyri Fugloyarrenning. Hetta er fimtu ferð, at renning verður fyriskipað í Fugloynni. 

Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvíkar. Tilsamans er teinurin góðar 10 kilometrar og hevur ein mesta stigning uppá góð 10 prosent, so hóast teinurin ikki er so ógvuliga langur, er talan um eina spennandi avbjóðing. Náttúruvakra Fugloyggin, okkara eystasta oyggj, er ein spennandi uppliving og um ein ikki megnar at renna teinin, kann man ganga og njóta túrin.

Umframt sjálva renningina, so er annað gott á skránni og er alt íroknað tí sokallaða startpakkanum.

Vegna stóra undirtøku og avmarkaða nøgd av ferðafólki við Rituni, so verður skráin broytt nakað í mun til undanfarin ár. Tvær fráferðir verða úr Hvannasundi. Onnur kl. 8.45 og hin kl. 11.00. Renningin byrjar kl. 12.30.

Niðanfyri sást skráin og hvat er við í startpakkanum.

Skrá:

Vegna stóra undirtøku, so er skráin dagført - sí niðanfyri
Talan verður um tveir bólkar. Bólkur 1 ferð við Rituni kl. 8.45 úr Hvannasundi og bólkur 2 kl. 11.00

Í Fugloyarrenningini 2018 kann luttakast í hesum aldursbólkum:
I Fugloyarrenning 2018 kan du deltage i disse alderklasser:
In Fugoylarrenning 2018 you take part in these agegroups:
Dreingir & Gentir/Drenge & Piger/Boys & Girls (2001-2018)
Menn & kvinnur/Mænd & Kvinder/Men & Women (1900-2000)

Leygardagin 21. juli 2018 skipar Treysti saman við okkum fyri Fugloyarrenning. Hetta er fimtu ferð at renning verður fyriskipað í Fugloynni. Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvík. Teinurin er umleið 10 km.
Umframt sjálva renningina so er annað gott á skránni og við í startpakkanum. Niðanfyri sást skráin og hvat er við í startpakkanum.

Dagførd Skrá 

08:45 Fráferð Hvannasund við "Rituni" til Hattarvíkar. (Bólkur 1)

10:00 Koma Hattarvík (Bólkur 1)

10:15 Morgunmatur

10:45 Frásøgutúrur í bygdini Hattarvík, vitjan í Kirkjuni vm.

11:00 Fráferð Hvannasund við “Rituni” til Hattarvíkar. (Bólkur2)

11:45 Heinta startnummar (Bólkur 1)

12:15 Koma Hattarvík (Bólkur 2)

12:15 Heinta startnummar (Bólkur 2)

12:30 Renning byrjar. Teinurin er góðar 10km fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at ganga

teinin. (Bólkur 1 og 2)

14:00 Suppa, te, kaffe, kakur umframt aðrir leskandi drykkir. Eisini verður frukt vm. (Bólkur 1 og 2)

14:30 Gongutúrur niðan á Eystfelli og út á Egg. (Bólkur 1)

Øll fáa góðan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki.

Túrurin er mettur til uml. 2½ tima.

15:00 Gongutúrur niðan á Eystfelli. (Bólkur 2)

Øll fáa góðan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki.

Túrurin er mettur til uml. 2 tímar.

17:00 Fráferð Hattarvík (Bólkur 1)

17:30 Gongutúrur ut á Egg. Hesin túrurin tekur uml. ½ tíma. (Bólkur 2)

18:00 Koma Hvannasund (Bólkur 1)

18:00 Kaffi vm.

18:30 Frásøgutúrur í bygdini Hattarvík, vitjan í Kirkjuni vm. (Bólkur 2)

19:30 Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund.

20:30 Koma Hvannasund (Bólkur 2)


Spurningar vm. kunnu setast til Guttorm Sørensen á telefon 230210 ella Símun Gullaksen á telefon 217055.

Heimasiðan hjá Uppistovugarðinum er her: http://www.uppistovugardur.fo

Myndir frá undanfarnu Fugloyar Renning/Pictures from previous Fugloy Run:

2014
2015
2017 I
2017 II