Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin bleiv árliga Nýggjárshálvmarathon avgreitt, eftir at tað bleiv útsett vegna hálku seinasta leygardag. Líkindini vóru onki serlig at fáa góðar tíðir, tí talan var um nógvan mótvind allan vegin og okkurt ælið eisini. Hóast hetta veðrið, so var luttakaratalið metstórt hesuferð, tí 45 luttakarar vóru til start. 33 menn og 12 kvinnur, og tey gjøgnumførdu øll!

Hjá monnunum vóru Jonhard og Henry Olsen favorittar til sigurin í hesi kappingini. Henry legði seg greitt á odda frá byrjan, men áðrenn hálvrunnið var, hevði Jonhard fingið hann aftur og fór framum. Teir fylgjast so eina góða løtu, og niðan Byrgisbrekkuna er tað Jonhard í setir ferðina, men komnir niðaná byrjar Henry at seta meiri ferð á, og sleppur leysur frá Jonhard og vinnur. Jonhard bleiv nummar tvey við tíðini 1.31,46. Á triðjaplássið kom ein nýggjur Treystamaður, Magni Jacobsen, av Skála. Tíðin hjá honum bleiv 1.34,39, flott Magni og hjartaliga tillukku við bronsuni.

Aðrir Treystarennarar stóðu seg eisini væl. Øll úrslitini hjá Treysti blivu hesi:

02. 1.31,46 Jonhard Larsen
03. 1.34,39 Magni Jacobsen
07. 1.40,22 Heini Heinason
08. 1.40,35 Jóhan M. Jacobsen
09. 1.41,28 Pól Sundskarð (nr. 3 Menn veteranar)
17. 1.49,26 Tummas Joensen (nr. 7 Menn veteranar)
18. 1.49,57 Terje Hansen
19. 1.50,05 Gunnar Simonsen (nr. 3 Menn superveteranar)
23. 1.55,26 Jón Rasmussen
31. 2.12,56 Jóannes Poulsen
32. 2.12.56 Regin Jóanesarson (nr. 6 Menn superveteranar)
33. 2.31,33 Kristian í Lambanum

04. 2.02,50 Astrid Joensen
07. 2.07,46 Karin K. Petersen (nr. 3 Kvinnur veteranar) 

Myndir eru at finna í myndasavninum.

Leinkja til øll úrslitini er her