Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk:
15.05.2021 1. Betri Stórkapping
22.05.2021 Silvarenningin (børn)
29.05.2021 2. Betri Stórkapping 
05.06.2021 Føroya Bjór renningin
06.06.2021 Tórshavn Maraton
19.06.2021 3. Betri Stórkapping
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2021
leygardagin 8. mai



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Føroya Bjór Renningin 5. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Nevndin anno 2021
Týskvøldið 24. mars kl. 19.30 blivu aðalfundirnir fyri 2019 og 2020 hildnir í hølunum hjá Norðoya Sparikassa. Væl av fólki vóru møtt til fundin. Vegna støðuna við Korona, so bleiv aðalfundurin fyri 2019 útsettur og tí blivu tveir fundir hildnir í ár.

Formaðurin Andreas Josephsen bjóðaði vælkomin og bleiv Jonhard Larsen valdur til orðstýrara. Síðani greiddi formaðurin frá virksemi felagsins fyri 2019, har alt tað vanliga virksemi var á skrá við kappingum  uttanlanda og heima hjá okkara bestu íðkarum, sum stóðu seg væl. Alt hitt virksemi og tiltøk her heima gekk eisini sera væl. Tað sum merkti felagið mest í 2019 varð sera væleydnaða Royal Run á Norðoyastevnu 1. juni, har 4.010 tilmeldingar vóru og har allir luttakarar fingu eina renniuppliving, sum tey ongantíð áður hava fingið í Føroyum. Fríðrikur krúnprinsur luttók á súkklu, tí hann kundi ikki runna vegna trupulleikar við rygginum. Úrslitið fyri 2019 bleiv eisini gott.

2020 byrjaði sum øll onnur ár við kappingum uttanlanda í januar og februar. 12. mars broyttist alt og havði tað sína ávirkan á restina av árinum, men kortini megnaðu vit at gjøgnumføra øll okkara árligu tiltøk, men alt við atlitið til korona tilmælini. Okkara íðkarar stóðu seg væl og settu m.a. fleiri met í 2020. Úrslitið fyri 2020 bleiv eisini gott.

Jonhard Larsen legði fram roknskapirnar fyri 2019 og 2020 og blivu báðir einmælt samtyktir.

Síðani var nevndarval á skránni. Av tí at ongin fundur bleiv hildin í fjør, so hava formaðurin  og tveir nevndarlimirnir, sum skuldu veljast á líka árum hildið fram í eitt ár. Tey blivu øll afturvald fyri eitt ár afturat til 2022.

Síðani var val av næstformanni og skrivar, sum veljast á ólíka árum. Tiltakslimur bleiv valdur fyri eitt ár.

Úrslitið av nevndarvalinmum bleiv tí hetta:
Forðmaður Andreas Josephsen (valdur til 2022)
Næstformaður Guttorm Sørensen (valdur til 2023)
Skrivari Sunnvard Andreasen (valdur til 2023)
Nevndarlimur Eileen Matras (vald til 2022)
Nevndarlimur Jeggi Lorenzen (valdur til 2022)
Tiltakslimur  Jan Elmar Sørensen (valdur til 2022)

Formaðurin seinnu árini Andreas Josephsen boðaði frá at hetta er hansara seinasta seta, og heitti á felagið um at finna ein nýggjan formann til næsta aðalfund.

Eftir stutt orðaskifti um ymiskt, so bleiv fundurin liðugur kl. 20.30. Eftir tað bjóðaði felagið smyrjibreyð og kaffi.