Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Aftur í ár fer Treysti at skipa fyri rennikapping á Fossánesi. Í ár verður renningin sunnudagin 23. juli. kl. 13.00. Seinasta ár bleiv renningin hilidn í smb. við at Hvannasunds Kommuna hátíðarhelt, at Norðdepli fylti 150 ár. Hetta verður 13. ferð Treysti skipar fyri summar rennikapping norðuri í Sundi. Luttøkan hevur altíð verið góð norðanfyri, og tí vónar Treysti, at hon verður góð aftur hesaferð. Kappingin er skipað á sama hátt, sum seinasta ár, har norðuri á Fossávegnum (vegurin til Skúlan á Fossánesi).

 

Rutur, teinar og aldursbólkar verða teir somu sum seinasta ár. Kappingarnar byrja kl. 13.00 við teimum yngstu bólkunum. Tað verður kappast hvør sær fyri gentur og dreingir, men um bólkarnir eru smáir, so renna gentur og dreingir samstundis. Tá ein bólkur er avgreiddur, verður næsti bólkur sendur avstað. Kappast verður í hesi raðfylgju í hesum bólkum:

kl. 13.00
Gentur & Dreingir f. 2011 ella seinni 400m
Gentur & Dreingir f. 2009-2010 400m
Gentur & Dreingir f. 2007-2008 600m
Gentur & Dreingir f. 2005-2006 600m
Gentur & Dreingir f. 2001-2004 800m

kl. 13.30
Kvinnur & Menn f. 1972-2000 2,4 km
Kvinnur & Menn vet. f. 1962-1971 2,4 km
Kvinnur & Menn supervet. f.1961 ella fyrr 2,4 km

Heiðursmerkir, sum eru stuðlaði av Fossábúðini, verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum millum kl. 12.00 og kl. 12.45. Startur og mál verður niðri á vegnum til Skúlan á Fossánesi. Børnini renna har norðuri frá og heimeftir at venda og norður aftur á mál, meðan tey vaksnu renna har norðuri frá, heim ígjøgnum Norðdepli, norður aftur eftir Ovaravegi og á mál. Luttøkugjald kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

Øll eru vælkomin at vera við !