Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Óluva og Maria á skamlinum eftir kúlustoyt sunnudagin (mynd: Hvirlan)

Tað gekk frálíka væl hjá teimum ungu Treysta íðkarunum í FM fyri ung, sum var á Tórsbreyt í vikuskiftinum. Tey komu norður aftur við, sum yvirskriftin sigur, 18 gull-, 18 silvur og 16 bronsuheiðursmerkjum!!! Tað má sigast at vera sera, sera flott - og eitt STÓRT TILLUKKU til tey fyri tað.

Kappingaranr vóru leygardagin frá kl. 10-13 og sunnudagin frá kl. 13-16. Leygardagin var veðrið á heilt góðari leið og bert eitt lítið lot, men sunnudagin var oysandi regn fyrstu 1½ tíman meðan kappast bleiv og eftir tað varð veðrið fínt.

Treystabørnini vóru røsk og í fleiri førum var talan um persónlig met. Summi teirra settu enntá nýggj føroysk aldursbólkamet.

Øll úrslitini eru at finna í úrslitasavninum undir FM ung og ein rúgva av myndum eru at finna á heimasíðuni hjá Hvirluni. Leinkjan er: HER.

Næsta kapping á breyt fyri tey ungu verður leygardagin 3. september, tá verður 5. og seinasta umfar í Grand Prix fyri børn og ung á Tórsbreyt. Tilmeldingin er klár á www.renn.fo

 


Monika Pernille roynir seg í kúlustoyti og bleiv nummar fýra bert 7 cm frá bronsuni


Paulina roynir seg í longdarlopi


Oddvør gjørdist føroyameistari í kúlustoyti


Julian vann 600m, meðan Gunnar gjørdist nummar tvey


John Herman gjørdist m.a. føroyameistari í 600m


4x200m boðrenningin er sett í gongd. Rakul Ró, Unna Ró og Birita spenna avstað


Treysti vann silvur og bronsu í 4x200m boðrenning hjá børnum 8-9 ár


Tey 12-13 ára gomlu vunnu eisini silvur og bronsu í 4x200m boðrenning


Paulina í hæddarlopi


Julian kastar spjótið úr á 20,84m og vinnur bronsu