Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Sum vanligt, so verður FM í ½-marathon avgreitt fyrsta leygardag í mai.

Tíðindsakriv:

Latið er nú upp fyri tilmelding til FM í hálvari maratonrenning. Tað er Bragdið, sum vegna  FÍF skipar kappingini, sum verður leygardagin. Her er tíðindaskriv frá Bragdinum:

Bragdið skipar fyri FM í ½ marathon teininum í Havn leygardagin 07.maj.

Nú verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av teimum longru teinunum, tá ið Bragdið skipar fyri FM kapping í hálvmarathon leygardagin 07. mai kl. 16.00. Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga.

Aftaná renningina bjóðar Bragdið luttakarunum til ein góðan drekkamunn í hølinum hjá TRYGD.

Teinurin
Teinurin sum runnin verður er tann sami sum undanfarnu árini, nevniliga 5 ferðirnar frá Bursatanga – Tyrlupallin Yvri við Strond.

Byrja verður miðskeiðis millum Café Natúr og Kaffivognin á kaiini, og runni verður rundan um Café Natúr,  til tyrlupallin Yvri við Strond har vent verður heimaftur, og skal hesin teinur rennast 5 ferðir, til komi verður á mál við Bursatanga “bussstøðgiplássi”.

Møguleikarnir at rennararnir fáa eina góða tíð leygardagin eru góðir, tí teinurin, sum skal rennast leygardagin, er á sløttum (Yviri við Strond).

Spennandi kapping
Roknast kann við spennandi kapping millum fleiri rennarar, teir eru Guttorm Sørensen úr Treysti, Sam Vang úr Bragdinum, men fleiri aðrir kunna eisini gerða seg galdandi eitt nú Henry Olsen úr Bragdinum, Absalon Hansen, og Borgar Biskopstø, hesir 3 seinastu renna allir í veteranbólkinum, so roknast kann við sera spennandi kapping leygardagin.

Eisini opin kapping
Umframt, at renningin leygardagin er ein FM-kapping, er hetta eisini ein opin kapping, t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka. Í ár verður kappast um FM í hesum bólkum:
Menn opin bólkur -1995
Kvinnur opin bólkur -1995
Menn veteranar 1956-1965
Kvinnur veteranar -1965
Menn superveteranar -1955

Tilmelding
Kappingin leygardagin byrjar kl. 16.00. Tilmelding fer fram www.renn.fo í seinasta lagi fríggjakvøldið 06. mai kl. 21.00. Startnummar skal avheintast á Bursatanga í seinasta lagi kl. 15.40 kappingardagin. Luttøkugjaldið, kr. 60,-, verður goldið, tá ið nummarið verður avheintað.


Undan startinum í 2009.