Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Tíðindaskriv frá FÍF:

 

Seinnu árini hevur FM í cross-renning verið hildið á sonevnda “Stovugólvinum” omanfyri Svangaskarð á Toftum. Her hava vit havt mangar góðar og stuttligar løtur, og ikki minst minnisverdar vegna kava, storm og kavastorm. Tíverrri er undirtøkan ongantíð blivin eins góð og fyriskipararnir høvdu væntað og vónað, og tí ætla vit at royna nakað annað í ár.


Undan startinum í fyrstu FM Cross rennigini í 2004 á “Stovugólvinum”

Vit hava sett okkum í samband við Umhvørvisstovuna, sum varar av øllum tí grøna økinum í Hoydølum, og spurt um møguleiki er at fyriskipa cross-renning á vakra økinum har. Tey vóru sera fyrikomandi, og vildu fegin gera sítt til, at eitt slíkt tiltak skal eydnast

Tí verður FM í cross-renning hildið í Hoydølum næsta leygarmorgun 12. februar kl. 11.00. Bólkarnir verða soleiðis tilskilaðir:

  • Gentur og dreingir f. 1997-1999 – renna 2 umfør uml. 2,5 km
  • Kvinnu- og mansunglingar f. 1994-1996 – renna 3 umfør uml. 4 km
  • Kvinnur og menn  opnir bólkar f. – 1993 – renna 6 umfør uml. 8 km
  • Kvinnuveteranar f. – 1965 – renna 6 umfør uml. 8 km
  • Mansveteranar f. 1956 – 1965 renna 6 umfør uml. 8 km
  • Menn superveteranar f. – 1955 – renna 6 umfør uml. 8 km

Startur og mál verður á stóru fløtuni við Studentaskúlan. Runnið verður á grasi og skógargøtum. Tvær staðni renna vit yvir um Sanatoriivegin. Fyri at møguligt skal vera at renna í píkaskóm, verður okkurt lagt á vegin. Rutan verður væl uppmerkt, so fólk ikki renna av leið.


Rutan

Hvørt umfarið er umleið 1,3 km. Um nógvir luttakarar verða, renna tey yngru fyrst, og tey vaksnu aftaná. Annars verður felagsstartur. FM-heiðursmerki verða til trý tey fremstu í øllum flokkum. Kostnaður er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri gentur, dreingir og unglingar.

FÍF hevur fingið loyvi at nýta umklæðingarúmini hjá Studentaskúlanum frá kl. 10.00. Tá verður eisini klárt at avheinta startnummurini. Vinarliga roynið í størsta mun at melda til umvegis heimasíðuni her.

Tilmeldingin skal vera avgreidd í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 21.00.


Gutti vann fyrsta FM í crossrenning fyri vaksin, sum var í 2004


Álvur F. Christiansen og Jan Elmar Sørensen (báðir í gulum) runnu eisini við í 2004