Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Tað gekk væl hjá Treysti í FM, sum bleiv hildið á Tórsbreyt í vikuskiftinum. 8 gull, 8 silvur og 3 bronsuheiðursmerkir bleiv úrtøkan. Níggju íðkarar luttøku. Seks teirra bert í renning, meðan tríggir luttóku í bæði renning og tekniskum greinum.

Fleiri persónlig avrik vóru eisini rættiliga góð og nakrir íðkarar settu eisini persónlig met. 

Úrslitini hjá Treysti blivu hesi:
Kvinnur:
100m nr. 5 Birita Ryan 14,27 sek.
200m nr. 2 Rebekka Fuglø 27,25 sek.
nr. 4 Oddvør Josephsen 27,56 sek.
nr. 7 Maria Biskopstø 28,76 sek.
400m nr. 1 Rebekka Fuglø 59,15 sek. (før.met)
nr. 3 Oddvør Josephsen 63,59 sek.
nr. 6 Maria Biskopstø 69,60 sek.
800m nr. 1 Rebekka Fuglø 2.13,02 min.
nr. 2 Oddvør Josephsen 2.29,92 min.
nr. 3 Maria Biskopstø 2.30,72 min.
1.500m Nr. 1 Rebekka Fuglø 4.53,43 min.
nr. 2 Oddvør Josephsen 6.08,40 min.
4x100m nr. 2 Treysti 57,06 sek. 
4x400m nr. 1 Treysti 4.16,31 min.
Longd nr. 7 Birita Ryan 4,26m
Trístøkk nr. 4 Maria Biskopstø 9,57m
Hædd nr. 2 Maria Biskopstø 1,40m

Menn:
200m nr. 4 Hans Sivertsen 26,92 sek.
400m nr. 2 Hans Sivertsen 60,05 sek.
800m nr. 1 Julian Gregersen 2.19,61 min.
nr. 3 Hans Sivertsen 2.22,79 min.
nr. 4 Júst í Túni 2.33,68 min.
Nr. 5 Guttorm Sørensen 2.38,08 min.
1.500m nr. 1 Julian Gregersen 4.25,50 min.
nr. 4 Gunnar Sivertsen 4.50,00 min.
nr. 5 Júst í Túni 5.26,65 min.
5.000m nr. 2 Julian Gregersen 17.09,02 min.
3.000mf. nr. 2 Hans Sivertsen 12.28,84 min.
4x400m nr. 1 Treysti 3.59,09 min.
Hædd nr. 1 Hans Sivertsen 1,60m
Spjót nr. 4 Hans Sivertsen 30,18m


Rebekka Fuglø setir her føroyskt met í 400m við 59,15 sek.


Julian Gregersen vann, sum væntað, 800m frammanfyri Regin Thomsen og Hans Sivertsen


Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen blivur nummar trý og tvey í 800m eftir Rebekku Fuglø


Birita Ryan, nærmast, setti persónligt met og rann seg í finaluna í 100m 


Hans Sivertsen hevur nógvar dygdir. Her rennur hann 3.000m forðarenning


Maria Biskopstø vann silvur í hæddarlopi


Julian Gregersen vinnur her 1.500 renningina


Maria Biskopstø luttók eisini í trístøkki og bleiv nummar fýra


200m finalan hjá kvinnum bleiv bæði spennandi og sera jøvn. Margit vann frammanfyri Rebekku


Púra óvæntað, so gjørdist Hans Sivertsen FM-vinnari í hæddarlopi við 1,60m, sum eisini er persónligt met


Birita Ryan spennir avstað í sera spennandi 4x400m finaluni


Rebekka spurtar avstað eftir Margit á 4. túri. Man hon klára at fáa hana aftur....


....og mín sann um Rebekka ikki megnaði at renna Treysti til sigur !


Sera vælnøgdar Treysta-gentur eftir sigurin í 4x400m


Bæði liðini í 4x400m hjá Treysti runnu seg til gull-heiðursmerkir