Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






4x400m genturnar vunnu tryggan sigur
Gott vikuskifti hjá Treysti í FM 2020. Vit høvdu átta luttakarar við. 4 menn og 4 kvinnur. Tey komu aftur við 9 gull-, 7½ silvur- og 4 bronsuheiðursmerkjum. Tað hálva silvurheiðursmerkið kemst av, at Treysti og Hvirlan høvdu eitt blandað lið í 4x400m hjá monnum.

Kvinnurnar sum luttóku vóru: Rebekka, Oddvør, Maria og Vibeka og mennirnir vóru: Julian, Júst, Kristian og Jóan Petur.

Rebekka luttók í 800m og 1.500m og vann báðar. Maria luttók í 200m, 400m og 800m. Hon vann 200m og 400m og gjørdist nummar tvey í 800m. Oddvør var við í 100m, 200m og 400m. Hon gjørdist føroyameistari í 100m, nummar trý í 200m og tvey  400m. Vibeka, sum luttók fyri fyrstu ferð í FM, var við í 200m, 400m, 800m og 1.500m. Hon vann silvur í 1.500m, bronsu í 800m, gjørdist nummar fýra í 400m og nummar sjey í 200m. Harumframt vunnu hesar fýra genturnar 4x400m og blivu nummar tvey í 4x100m.

Julian luttók í 800m, 1.500m og 5.000m og vann allar tríggjar kappingar. Júst luttók í 400m, 800m og 1.500m Hann vann bronsur í 400m og 800m og gjørdist nummar fýra í 1.500m. Kristian Sivertsen, systkinabarn hjá Vibeku og sum júst er fluttur til Føroyar at ganga í skúla luttók eisini fyri fyrstu ferð í FM. Hann royndi seg í 1.500m og 5.000m renning umframt í spjótkasti og klingrukasti. Hann bleiv nummar tvey í báðum køstunum og nummar trý í 1.500m og rann teir 5.000m uppá 20.38,40 min.
Jóan Petur setti persónligt met og rann teir 5.000m uppá 19.43,91 min.

Alt í alt eitt gott vikuskifti har veðrið var á heilt góðari leið báðar dagarnar.

Øll úrslit eru at finna í hesum .pdf fílu: Úrslit FM 2020

Myndirnar hevur Bjørg Svabo tikið.