Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður stundisliga við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn. 

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna umleið 7  km. og børn,  renna umleið 1,8 km.

Bólkarnir eru hesir:
Børn - gentur og dreingir fødd 1998 – 2004
Vaksin – kvinnur og menn fødd 1966 – 1997
Veteranar – kvinnur og menn fødd 1956 – 1965
Superveteranar – kvinnur og menn fødd 1955 og fyrr

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping. 

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir drykkir og frukt. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Michelsen, MBM og Føroya Bjór.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3.

Rutan:
Runnið verður somu rutu sum undanfarna ár, tað er oman við Cafe Natúr, rund-koyringin, Smyril Line, kapmpingplássi Yvri við Strond, har vent verður heim móti býnum, venda inn á parkeringsøki við Bursatanga “røntguna”, sama túr til kampingplássi, har vent verður fyri seinastu ferð, og runni verður heim í býin, niðan á mál.

Tilmelding
Síðsta freist at melda til kappingina er skírishóskvøld tann 21.apríl.  Áhugað kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna hjá FÍF: http://www.athletics.fo/ ella  http://www.renn.fo/

Luttakaragjald fyri vaksin er kr.60,- og fyri børn kr.30,-