Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Týsdagin 17. mai kl. 19.15 verður eykaaðalfundur í hølum felagsins í Badmintonhøllini. Sum nevnt og góðtikið á aðalfundinum herfyri, so er ætlanin at nevndin verður víðka úr 3 upp í 5 fólk. Teir báðir nýggju nevndarlimirnir, sum skulu veljast, koma at hava ábyrgdina av ávikavist Trivnaður og Tiltøk/Kappingar. Hesir nevndarlimir eru so frítt stillaðir at finna sær nøkur fólk afturat sær, at hjálpa sær við nevnda ábyrgdarøki.

Eykaaðalfundur:

Á skránni:
- Lógarbroyting
núverandi orðing:

3. grein
 
Stjórn felagsins 
stk. 1 Í nevnd felagsins sita: Formaður, næstformaður og skrivari. Teir verða valdir einsæris á aðalfundi at sita 2 ár, tveir annaðhvørt ár og ein annaðhvørt ár. Valdur verður ein tiltakslimur at sita 1 ár. Formaður skal veljast á líka árum. Næstformaður á ólíka árum. Skrivari á ólíka árum. Stjórnarlimir skulu veljast hvør sær. 

verður broytt til:

3. grein 
Stjórn felagsins 
stk. 1 Í nevnd felagsins sita: Formaður, næstformaður, skrivari og tveir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundi at sita 2 ár, tríggir annaðhvørt ár og tveir annaðhvørt ár. Valdur verður ein tiltakslimur at sita 1 ár. Formaður skal veljast á líka árum. Tveir nevndarlimir skulu veljast á líka árum. Næstformaður á ólíka árum. Skrivari á ólíka árum. Stjórnarlimir skulu veljast hvør sær. 

- Val av 2 nevndarlimum um lógarbroyting verður samtykt.

Nevndin