Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Um vikuskiftið hava Oddvør og Maria luttikið í DM fyri ung á Skovdalen Stadion í Aalborg. Tær luttaka í bólkinum fyri 18-19 ára gomul. Tað gekst teimum báðum sera væl. 

Maria byrjaði kappingina leygarmorgunin við at seta føroyskt met í 100m hekkurenning, so tað nú er 16,84 sek. Hon gjørdist nummar fýra í hesi kapping. 

Síðani var tað Oddvør, sum skuldi royna seg á 100m. Tað gekk væl og gjørdist hon nummar 5 samlað við tíðini 13,18 sek. og bert 5/100 sekund frá hennara bestu tíð, tá hon gjørdist føroyameistari í august mánað.

Tær endaðu leygardagin við at renna 400m. Maria var í A-finaluni og vann sannførandi við tíðini 58,36 sek. og meiri enn eitt sekund frammanfyri næsta rennara á mál. Tíðin er ein betring av hennara egna føroyska metið, sum var 58,78 sekund og sett til DM fyri vaksin í august.

Oddvør var tíverri komin í B-finaluna. Hon vann sannførandi við trimum sekundum frammanfyri næstu gentuna. Tíðin hjá Oddvør blev ein tangering av hennara persónliga meti, sum er 60,31 sekund. Tað rakk til eitt samlað 4-pláss. Hevði hon runnið í A-finaluni, kundi óiva sæð øðrvísi út.

Maria byrjaði sunnudagin við at renna 800m. Her vísti hon aftur sína styrki og gjørdist enn einaferð danskur meistari. Harumframt setti hon persónligt met, sum nú er 2.14,13 min.

Tríggjar tímar seinni skuldu báðar renna 200m. Tær eru ikki kendar fyri at vera sprintarar, men standa seg kortini væl. Maria gjørdist nummar fimm við 26,55 sek. bert 7/100 frá persónliga metinum. Oddvør á sættaplássinum kom fyri fyrstu ferð undir 27 sekund og kom á mál við 26,91 sek.

Julian, sum er niðri í lestrarørindum og umboðar Frederikssberg IF, luttók eisini. Hann var í bólkinum 20-22 ár. Hann rann 800m og 1.500m. Julian hevur í seinastuni víst sera góðan form og tað vísti hann eisini til DMU, har hann ognaði sær silvur í 1.500m við tíðini 4.00,94 min. og bronsu á 800m við 1.59,31 min.

Hvirlan og Bragdið vóru eisini umboðaði til DMU og samanlagt vunnu føroyskir íðkarar 5 gull-, 4 silvur og 4-bronsuheiðursmerkir.

Komandi vikuskifti ferð Vibeka til Danmarkar at luttaka í DM fyri 14-15 ára gomul, har hon skal renna 800m og 1.500m.