Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Aftur í ár sendir Treysti íðkarar við til innandura DM fyri ung, sum verður í Skive í døgunum 5. og 6. mars. Hetta er triðju ferð á rað at íðkarar úr Treysti eru við til hesa kapping. Hetta er sera gott høvi hjá okkara bestu ungu íðkarum at royna seg móti javngomlum rennarum úr Danmark. Fyri at sleppa við til DM krevst, at ein umboðar danskt felag og at ein er í topp 18 á danska ranglistanum í aldursbólkinum og greinunum í ein luttekur í.

Tey sum fara at luttaka hesaferð eru Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus. Umframt tey bæði, so er venjari teirra, Guttorm Sørensen, eisini við. Rebekka fer at luttaka í 800m og 1.500m í bólkinum gentur 19, meðan Marnar fer at luttaka í 1.500m og 3.000m í bólkinum dreingir 17. Rebekka setti fyri kortum persónlig met á bæði 800m og 1.500m, so spennandi verður hvussu tíðirnar fara at hilnast hesuferð, tí tá talan er um meistaraheitið, kann blíva runnið taktiskt og ikki eftir góðum tíðum. Marnar setti persónligt met á 1.500m fyri kortum og er verandi danskur meistari á 3.000 m teininum uttandura, tí verður eisini spennandi at fylgja honum. Tey eru bæði flutt upp í eldri aldursbólk hesaferð, og eru tey bæði tann yngri árgangurin í bólkinum. Tey umboða Vejle IF í DM.

Tey komu til Danmarkar seinnapartin í dag og hava tey øll trý saman við Jan Elmari, verið á Vejle Stadion og vant saman við øðrum vejlerennarum. Marnar slapp m.a. at venja seg skift í staffatrenning nakrar ferðir. Eftir venjingina fóru tey í svimjihøllina at slappa av eina løtu, áðrenn tey øll fóru heim til Jan Elmar at fáa sær eina góða rennaramáltíð.  

Skráin hjá teimum sær soleiðis út (danskar tíðir):

Leygardagin:
kl. 14.15 Marnar 3.000m
kl. 18.40 Rebekka 800m

Sunnudagin:
kl. 14.55 Marnar 1.500m
kl. 15.15 Rebekka 1.500m
kl. 17.10 Marnar 4x200m staffet

Umframt tey bæði, so var ætlanin at Jan Elmar Sørensen eisini skuldi luttaka, men vegna skaða í hælsinuni í seinastuni verður hann ikki við.


Marnar (í grønum) vann trý heiðursmerkir seinast. Vónandi megnar hann tað aftur í ár.