Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019


























Aðrir stuðlar:


Annað






Marnar kemur um málstrikuna sum bronsuvinnari á 5.000m

Marnar megnaði í kvøld, púra óvæntað, at vinna bronsuheiðursmerki á 5.000m. Eftir at hava nærlisið startlistan, úrslitalistar frá seinastu leikunum og googla í eina góða løtu sást, at tríggir rennarar høvdu tíðir, sum Marnar onki kundi gera við. Teir tríggir vóru Keith Gerrard frá Isle of Man, sum hevur runnið 5.000m uppá 13.58 í ár, Rafel Quintana frá Menorca uppá 14.58 og Thomas Wade frá Isle of Wight uppá 15.07. 

Hinar í feltinum kundi Marnar, um hann hevði ein góðan dag, fylgja við og kanska enda frammarlaga. Men 15 minuttir áðrenn start bleiv greitt, at Menorca maðurin hevði givið avboð, og nú var brádliga ein møguleiki hjá Marnari at renna um bronsuheiðursmerkið - og so bleiv.

Keith Gerrard legði seg á odda beinanvegin og vann tryggan sigur við 14.26,74 min. og Thomas Wade vann líka trygt silvurmerkið við 15.11,98 min. Dysturin um bronsuna bleiv harafturímóti sera spennandi.

Taktikkurin hjá Marnari var at vera tolin og bert hugsa um bronsumerkið. Tíðin hevði ongan týdning. Tað vísti seg at ferðin kom at passa sera væl hjá Marnari. Teir vóru í byrjanini 8 mans í stríddust. Tað talið minkaði og minkaði og minkaði. Tað teir høvdu runnið einar 3.000m hevði Ronan Shally frá Guernsey sett ferð á og bert Marnar megnaði at fylgja honum. Ferðin sá út til at passa Marnari væl, og ráddi tað nú um at vera tolin og bíða sum longst við einum endaspurti.

Umførini fækkaðust eitt fyri og annað eftir og framvegis var onki avgjørt millum Ronan og Marnar um triðjaplássið. Klokkan ringdi og teir fóru undir seinasta umfar. Seinastu boðini frá Gutta til Marnar vóru púra greið um at bíða við endaspurtinum til einir 200m vóru eftir. Og so bleiv gjørt. Marnar setti turboina til og Guernsey-maðurin hevði ongan kjans. 

Marnar kundi tí renna um málstrikuna, á Fairway Sports Centre, sum bronsuvinnari við tíðini 15.56,88 min. í síni fyrstu kapping á sínum fyrstu Oyggjaleikum, sum bert 16-ára gamal!

Tað var á júst somu breyt, at Gutti í Oyggjaleikunum í 1993 vann sítt fyrsta Oyggjaleikabronsumerkið á 10.000m við tíðini 31.55,22 min. sum framvegis er føroyskt met.

Nevnast kann eisini, at seinastu 200 metrarnar rann Marnar næstan 9 sekund skjótari enn Ronan. 

Hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum Marnar - tú ert ein treystur knassi !

Endaliga úrslitið bleiv: 
1. 14.26,74 Keith Gerrard, Isle of Man
2. 15.11,98 Thomas Wade, Isle of Wight
3. 15.56,88 Marnar Djurhuus, Faroe Islands
4. 16.05,52 Ronan Shally, Guernsey
5. 16.18,29 Stephen Allen, Bermuda
6. 16.19,44 Iain MacCorquodale, Western Isles
7. 16.23,78 James Cunningham, Jersey
8. 16.33,75 Murdo Mackenzie, Western Isles
9. 16.44,79 Steve Bienvenu, Guernsey
10. 16.53,30 Kelvin Gomez, Gibraltar
11. 16.57,96 David Ibbotson, Jersey
12. 17.39,61 Innar Sepp, Saaremaa
13. 20.20,71 Stephen Livett, Ynys Môn
DNF Michael Doyle, Sark

Marnar skal aftur kappast fríggjadagin kl. 12.55 tá 10.000m finalan hjá monnum er á skránni.