Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk:
05.06.2021 Føroya Bjór renningin (Útsett)
06.06.2021 Tórshavn Maraton (Útsett)
12.06.2021 Silvarenningin (børn)
19.06.2021 3. Betri Stórkapping
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 12. Juni 2021



NS hálvmaraton Klaksvík 2021
leygardagin 8. mai



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Føroya Bjór Renningin 5. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin 27. bebruar 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í BETRI Vetrarkappingini á Viðareiði. 

Hetta verður 13. ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Viðareiði, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.


Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
- Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2003) - umleið 8 km
- Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1965-1974) - umleið 8 km
- Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1955-1964) - umleið 8  km
- Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1954 ella fyrr) - umleið 8 km
- Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1999-2003) - umleið 8 km
- Gentur / Dreingir (f. 2004-2008) - umleið 3 km
 
Teinurin verður umleið 8 km og rutan verður trý umfør á 2,7 km runt á Viðareiði, sum er 8,1 km. Harumfamt verður runnið til og frá Skúlanum har startur og mál verða. Børnini renna eitt umfar, tvs. umleið 3 km. 

Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). 

Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding BETRI VK-6 Viðareiði

Freistin er fríggjakvøldið 26. feb. kl. 24.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir kunnu avheintað startnummur í Skúlanum á Viðareiði frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45.


Motiónsrenning
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning, sum er ókeypis, og har øll kunnu luttaka. Motiónsrenningin er 1 umfar, sum er 2,7 km.

Korona

Tilmælini viðvíkjandi Korona-støðuni verða fylgd