Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Bassi á vitjan


Bassi royndi at renna kapp ímóti børnunum, men hóast Bassi var raskur, so vóru børnini raskari

Í gjár høvdu børnini seinastu venjing áðrenn jól. Umleið 35 børn vóru møtt. Byrjað bleiv við vanligari upphiting og síðani sluppu tey at royna seg í spjótkasti áðrenn tey runnu nakrar spurtir til síðst. Meðan tey runnu spurtirnar, kom Bassi frá EIK inn í høllini, til stóra gleði fyri øll børnini. Øll børnini, sum vildu hava, fingu klemm frá Bassa, og enntá Gutti fekk eitt klemm frá honum.

Síðani skuldi Bassi royna seg í kapprenning ímóti børnunum. Hóast Bassi var væl fyri at renna, so vóru øll børnini hjá Treysti uppaftur betri, so Bassi má fara at venja meira, um hann skal hava kjans at renna ímóti treystabørnunum.

Áðrenn Bassi fór móður (av rennítúrinum) avstað aftur, gav hann øllum børnunum karamell og sunkist - TAKK FYRI BASSI :)

Eftir venjingina fóru øll børnini uppá balkongina í Badmintonhøllini, har Jorie og Ingun høvdu dekkað borð, og so fingu børnini sera vælsmakkandi milliónbúff, skrúvir og saft. Eftir hetta fóru tey øll mett og væl sett heimaftur.


Hesi fittu børnini sita so spent og bíða

Fleiri myndir frá jólahugnanum fyri børn eru at finna her