Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2017























Aðrir stuðlar:



Annað





Í páskafrítíðini eru fimm rennarar úr Treysti á venjingarlegu í Vaxjö í Svøríki. Tey eru í ferðalagi saman við danska stórfelagnum Sparta og venja saman við teimum. Sparta hevur nærum 80 íðkarar við. 

Vetrarkappingin í renning bleiv liðug seinast í mars og hava rennararnir tikið tað eitt sindur róligt við venjing í einar tvær vikur. Venjingarlegan er startskotið til summarsesongina har tey skulu kappast bæði innanlanda og uttanlanda. 

Rennararnir fóru úr Føroyum í tíðliga í gjáramorgunin og koma aftur 1. Páskadag. Fyrsta venjing var longu seinnapartin í gjár. Venjing verður hvønn dag bæði fyrrapart og seinnapart. Umstøðurnar í Vaxjö eru sera góðar. Har er bæði uttandura og innandura rennibreyt umframt góðar umstøður til styrkivenjingar o.l.

Úr Treysti eru tað Rebekka, Julian Oddvør, Hans og Maria Biskopstø. Av teimum skulu Rebekka, Julian og Oddvør til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar.