Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






85 runnu Kirkjurenning í morgun !

Í morgun skipaði Treysti fyri afturvendandi kirkjurenningini jólaaftansmorgun frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna. Talið av luttakarum er økt hvørt ár og í morgun vóru heili 85 luttakarar við - FANTASTISKT :)

Møtt varð við Badmintonhøllina kl. 9.00, har Olivur A. Olsen frá Askham Bussar, var tilreiðar at koyra teir mongu rennararnar til Kunoyar. Øll sluppu kortini ikki í bussin, so einir tríggir bilar máttu koyra eisini. 20 valdu at renna frá tunnilsmunnanum Haralssundsmegin, meðan 65 valdu at renna úr Kunoy. Byrjað var í Kunoy gott hálvgum tíggju. Har vóru fólk í øllum aldri, og ymsastaðni frá úr Norðuroyggjum, men eisini úr Eysturoynni var onkur komin. Stuttligt var eisini at síggja, at fleiri útisetar, sum eru komnir heim at halda jól, valdu at renna túrin eisini.

Veðrið var av tí allarfagrasta. Pent kavaveður, okkurt kavaælið og stilli. Vakrari nátturu enn hana hjá okkum í Norðuroyggjum skal leitast leingi eftir!

Talan bleiv um enn ein sera góðan rennitúr, har øll komu á mál í øllum góðum. Eftir at komið var á mál, bjóðaði Treysti øllum luttakarunum til eitt væl uppiborið morgunmatarborð uppi í Bakaríðnum hjá Jórun.

Nevnast skal eisini at teir tríggir: Pól Sundskarð, Petur Vitalis og Jóhan (Dardus) M. Jacobsen byrjaðu í morgun kl. hálvgum sjey frá kirkjuni á Viðareiði, runnu til Hvannasunds Kirkju, til Árnafjarðar Kirkju, til Kunoyar Kirkju og til seinast til Christianskirkjuna. Teir høvdu lagt tað soleiðis til rættis, at teir kundu byrja saman við øllum hinum frá Kunoy. Flott tit tríggir!

Myndirnar, sum Jón Absalon Østerø, hevur tikið er at síggja HER.

TAKK FYRI EIN DOYLIGAN RENNITÚR OG GLEÐILIG JÓL ØLL SOMUL.