Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Í góðveðrinum í morgun vóru tað umleið 60 fólk (yngri og eldri), íð høvdu valt, at fara tíðliga upp fyri at vera við í Páskarenningini hjá Treysti. Møtt bleiv kl. 9.00 við Badmintonhøllina, og so bleiv leiðin løgd norður um fjall til Árnafjarðar. Á leiðini norður møttu vit eini 10 gongufólkum, sum vóru farin avstað nakað áðrenn kl. 9.00. Nøkur valdu at fara av við tunnilsmunnan Árnafjarðarmegin og taka túrin harfrá. Restin bleiv koyrd heilt oman í Árnafjørð og so langt út koyrast kundi, tvs. til vendiplássið beint við Kirkjugarðin. 

Eftir at Gutti hevði tikið felagsmynd, bleiv leiðin løgd aftur til Klaksvíkar. Veðrið í Árnafirði var av tí allarfagrasta. Fyrsti strekkið til Kirkjuna er gott og slætt at renna og er umleið 1 kilometur. so byrjar tunnilsbrekkan, sum eisini er 1 kilometur, og sum altíð er løtt. 

Gjøgnum tunnilin var eitt sindur svalligt, men gott at renna. Stuttligt var at síggja so nógvar lyktir og rennarar samstundis í tunnlinum. At renna útaftur Klaksvíksmegin, var næstan sum at koma í eitt "sauna", so lýtt var at koma útaftur, og vóru tað fleiri í máttu køla seg av. Restin av teininum hevði eitt lítið lot ímóti við sær, men tað kom væl við í lýggja veðrinum.

Øll komu á mál í øllum góðum niðanfyri Badmintonhøllina, og eftir brúsubað, var farið niðan í Klingrugarð í Bakaríið hjá Jórun til búgvi sera gott morgunmatarborð, og tað var sera gott. Gott lag var á luttakarunum, nógv bleiv etið og nógv reyp um tíðir og teinar. Alt í alt ein sera, sera, sera, sera, sera góð Páskarenning 2011.

Gleðiligar Páskir øll somul :)

Myndir frá Páskarenningini eru at finna í myndasavninum.