Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin 17. september skipar Treysti fyri 5. ferð fyri sera vælumtóktu Kalsoyar Renningini.


Byrjað verður frá ferjuleguni á Syðradali...


...og málið er á Trøllanesi

Eins og undafarin ár, so verður talan ikki um eina rennikapping, men um ein vinarligan rennitúr. Undirtøkan hevur verið góð, og øll eru á einum máli um, at hetta er ein super rennitúrur, sum eigur at verða á hvørjum ári. Vit royna tí aftur í ár, og vóna at luttøkan verður minst líka góð sum í fjør, tá yvir 100 luttakarar vóru við!

“Sam” siglir av Klaksvík kl. 10.00 til Syðradals, og verður byrjað at renna næstan beinanvegin komið verður í land á Kalsoynni. Runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við. Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Á restini av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli. Í øllum tunnlunum eru refleksskeltir í síðunum, sum hjálpa væl tá ein hevur lykt. Allir tunlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir. Mótbrekkunar í tunlunum blíva flatari fyri hvønn tunnil á veg norður. Vegbreytin í norðasta tunnilinum er nokkso ósløtt, og tí verða rennararnir bidnir um at vísa varsemi.

Tá komið er í mál á Trøllanes verður gott ábit, kaffi/te og køkur at fáa í vakra gamla skúlanum har. 
Luttøkugjaldi, sum er kr. 150,- fyri hvønn luttakara, skal flytast á konto 9181-149.39.40 í EIK Banka. Viðmerkið Kalsoy 2011 og navn á luttakara í flytingina. Øll eru vælkomin at luttaka.
 
"Sam" siglir av Syðradali aftur kl. 14:40 og kl. 17:35.
 
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til treysti@treysti.fo í seinasta lagi hóskvøldið 15. september kl. 22.00. Um tit hava spurningar kunnu tit ringja til Gutta á 230210 ella Jonhard á 285200.
 
At minnast til: Lummalykt/pannulykt og skiftiklæðir.

 


Vælnøgdir luttakarar eftir fyrstu renningini í 2007

Myndir frá renningini seinasta ár eru at finna HER