Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk:
24.07.2021 Føroya Bjór renningin
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 12. Juni 2021



NS hálvmaraton Klaksvík 2021
leygardagin 8. mai



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Føroya Bjór Renningin 5. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






24. Føroya Bjór Renningin. Leygardagin 24. juli kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum í ár er vaksin. Hetta er 24. ferð, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. 

 

2000 2002

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.

 
2004 2006

Í ár verður renningin so leygardagin 5. juni kl. 11.00. Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 450m og renna tey ávikavist eitt og tvey umfør. Tey vaksnu renna trý umfar og tilsamans 5 km á teini, sum er uppmátaður og góðkendur. 

 
2009 2009

Hjá øllum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina. 

 
2009 2010

Skráin
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 5. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1976-2007) - 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1966-1975) - 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1965 ella fyrr) - 5 km
kl. 12.00 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

 
2011 2011

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 23. juli kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.

 
2011 2011

Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

 
2012 2012

 
2012 2012

Í myndasavninum finnist ein røð av góðum renniminnum og -myndum frá teimum 23 undanfarnu Føroya Bjór Renningunum :)