Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Tíðindaskriv frá FÍF:

Seinnapartin fríggjadagin fóru 7 ungdómar og 2 leiðarar hjá FÍF av landinum. Eitt sindur av fjáltri kom á ferðalagið eftir innskrivingina. Tí tá frættist, at flogfarið tey skuldu við, ikki fekk sett seg, men fór beina leið til Egilsstaðir. Løtu seinni lendi tó flogfarið úr Reykjavík, og við tí slapst so avstað, úti við hálvan annan tíma seinni enn ætlað.

Kappingin í Malmø nevnist Pallas Spelen. Hetta er ein innandurakapping, sum Pallas IK í Malmø hevur skipað fyri í nøkur ár. Kappingin hevur vaksið seg størri og størri, og hetta vikuskiftið verða umleið 3.000 startir íalt hjá børnum, ungum og vaksnum. Tey ungu hava vant dúgliga í vetur, so spennandi verður at síggja hvussu tey fara at klára seg í fyrstu altjóða uppgávuni í ár.

  
Trygvi Laksafoss, Marnar Djurhuus og Regin Joensen

  
Rebekka Fuglø, Elsa Berg og Sára Debesardóttir

  
Hans Jacobsen og leiðararnir Hallur Holm og Guttorm Sørensen

Kappingarnar hjá okkum leygardagin verða hesar:

  • kl. 12.55 Trygvi Laksafoss (Hvirlan)– 60 metrar
  • kl. 16.15 Regin Joensen (Bragdið) og Marnar Djurhuus (Treysti) – 1.500 metrar, Dreingir
  • kl. 16.30 Rebekka Fuglø (Treysti) – 1.500 metrar
  • kl. 18.05 Hans Jacobsen (Bragdið) – 400 metrar
  • kl. 20.35 Elsa Berg (Bragdið)– 200 metrar
  • kl. 21.30 Sára Debesardóttir (Bragdið) – 200 metrar

Kappingarnar sunnudagin verða hesar:

  • kl. 09.00 Trygvi Laksafoss (Hvirlan) - longdarlop
  • kl. 11.50 Sára Debesardóttir (Bragdið) – 60 metrar
  • kl. 12.15 Elsa Berg og Rebekka Fuglø (Treysti) – 800 metrar
  • kl. 13.20 Hans Jacobsen (Bragdið), Regin Joensen (Bragdið) og Trygvi Laksafoss (Hvirlan)– 200 metrar
  • kl. 16.00 Marnar Djurhuus (Treysti) – 800 metrar

Vit fara við dagslok báðar dagarnar at royna at hava eina frásøgn og øll úrslitini á síðuni http://www.renn.fo/.