Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Ein útlúgvaður Marnar fer her út á seinasta umfar í 10.000m renningini
Tað gekk avbera væl hjá Marnar í 10.000m renningini á Oyggjaleikunum. Kappingin byrjaði fríggjadagin kl. 12.55 og vóru teir 21 mans í løgdu til brots. Greitt var frammanundan, at tað fór at blíva sera, sera trupult hjá Marnari at kappast um heiðursmerkir, og tí var ætlanin løgd eftir at renna teir 10.000 metrarnar uppá eina tíð undir 33 minuttir. 

Teir 21 mennirnar tilreiðar til start. Marnar er nr. 4 frá vinstru

Skal rennast undir 33 minuttir, so skal hvørt av teimum 25 umførunum á 400m rennast uppá 78 sekund og hvør 1.000m uppá 3.20min.

Eftir fyrsta kilometur, sum bleiv runnin uppá 3.10 min. vóru teir 10 mans í vóru leysir í oddinum. Longu eftir 2.000m vóru teir fýra favorittarnir Thomas Wade frá IoW, Kevin Laundes frá IoM, Sean Trott frá Bermuda og Steve Dawes frá Guernsey leysir í oddinum. 

Marnar var tá komin at liggja í einum bólki nakað aftari saman við fýra monnum. Umframt Marnar vóru teir Oluf Thunegård og Daniel Hejdstrøm frá Gotlandi, Michael Wilesmith frá Guernsey og Brendan Rothery frá Ynys Mon. Teir runnu eisini næstu 1.000 metrarnar uppá 3.10 min. og eftir hetta byrjaðu gotlendingarnir at dragna. Ferðin fór nakað niður og triðji 1.000m bleiv runnin uppá 3.20 min. og henda ferðin sá út til at passa Marnari væl. Fjórði 1.000m bleiv eisini runnin uppá 3.20 min., men nú byrjaði rennarin frá Ynys Mon at dragna. Dysturin um fimtaplássið kom eftir hetta at verða millum Guernsey-mannin og 16-ára gamla Marnar av Morskranesi. Marnar helt seg skilagott tætt í hølunum á honum, sjálvt um hann royndi at økja ferðina eitt vet og sleppa frá Marnari. Fimti 1.000m bleiv runnin uppá 3.18 min. Sostatt rann Marnar teir fyrru 5.000m uppá 16.18 min.! 
Nú skuldi Marnar halda ferðina á 80 sekund fyri hvørt umfar ella 3.20 pr. kilometur fyri at náa undir 33 min.! Guernsey-maðurin stríddist nú nógv fyri at halda eina javna ferð og blivu tveir teir næstu 1.000m runnir uppá 3.22 min. Hetta merkti Marnar og valdi hann tá at fara framum, og mátti nú einsamallur stríðast fyri at halda ferðina.
Marnar hevur rykt frá Guernsey manninum. Vinnarin Tom Wade (187) sást aftanfyri

Hann rann áttanda 1.000m uppá 3.18 min.og lá nú á tryggum fimtaplássið, meðan Guernsey-maðurin var dragnaður einar 50 metrar. Níggjundi 1.000m bleiv runnin uppa 3.23 min. og fimtaplássið var uppaftur tryggari nú, men tíðin lá til at blíva yvir 33 min.  
Skuldi Marnar náa undir 33 minuttir, so skuldu seinastu 1.000m rennast uppá 3.17 min. Tá hann kom til seinasta umfar lá tíðín framvegis til at blíva omanfyri 33 min., men við einum skjótum seinasta umfari uppá 73 sekund náddi hann undir 33 min. og kom á mál við 32.56,18 min. !!!

Ótrúliga flott runnið av Marnari, sum kann vera stoltur av sínum fyrstu Oyggjaleikum har hann vann bronsu í 5.000m og bleiv nummar 5 í 10.000m. Og minnist til - hann er bara 16-ára gamal!
Endaliga úrslitið í 10.000m bleiv:
1st 
Thomas Wade, Isle of Wight, 30:53.59 (Gold)
2nd Kevin Loundes, Isle of Man, 31:21.54 (Silver)
3rd Sean Trott, Bermuda, 31:43.21 (Bronze)
4th Steve Dawes, Guernsey, 32:19.00
5th Marnar Djurhuus, Faroe Islands, 32:56.18
6th Michael Wilesmith, Guernsey, 33:17.37
7th Brendan Rothery, Ynys Môn, 33:32.89
8th Pedro Pallicer, Menorca, 33:34.46
9th Daniel Hejdström, Gotland,33:43.04
10th Martin Malone, Isle of Man, 33:52.06
11th James Cunningham, Jersey, 34:10.17
12th Kelvin Gomez, Gibraltar, 34:22.33
13th Karl Simpson, Shetland Islands, 34:24.91
14th Kalev Õisnurm, Saaremaa, 34:32.11
15th Olof Thunegard, Gotland, 34:46.65
16th Rune Jensen, Hitra, 34:55.23
17th Paul Wathan, Ynys Môn, 35:51.02
18th Andrew Murfin, Jersey, 36:01.88
19th Martin Collins, Falkland Islands, 36:56.54
20th Iain Townsend, Western Isles, 37:15.56
21st William Macrury, Western Isles, 38:05.82