Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Týskvøldið bleiv skipað fyri 2.Grand Prix og FM á 10 km. Runnið varð á vældámdu rutuni í Runavík. Líkindini at renna vóru góð, men var talan um eitt lot ímóti, tá runnið bleiv inneftir keiini. Hjá teimum flestu bleiv talan um eitt vet verri tíðir enn í mars, men nøkur runnu kortini skjótari hesuferð.

Sum so ofta áður, so var Treysti væl umboðað. Kappast bleiv um 15 heiðursmerkir og av teimum vann Treysti heili átta.

 
Starturin kl. 18.30

Hjá monnunum var tað ongin íð megnaði, at geva Marnari kapping. Hann legði hart út saman við Borgari, sum oftani leggir hart út. Teir runnu fyrsta km uppá 3.10 min. og í hølunum á teimum komu Gutti og Sam við 3.16 min., men eftir 2-3 km høvdu Gutti og Sam yvirhálað Borgar. Á 5 km hevði Marnar 16.36 min. meðan Gutti og Sam, sum høvdu ein harðan tvídyst, fóru framvið 5 km skeltinum eftir 16.54 min. Marnar helt sína tryggu leiðslu, og eftir 8 km fall avgerðin millum Gutta og Sam, tá Sam mátti sleppa.

 
Marnar kemur á mál eftir 33.49                          Gutti og Sam lógu sera javnir fyrstu 8 km

Endin var at Marnar gjørdist føroyameistari við 33.49 min. í síni fyrstu kapping á 10 km teininum. Gutti bleiv nummar tvey við 34.03 min. og Sam nummar trý við 34.31 min.

Borgar vann veteranbólkin við 35.59 min. frammanfyri Henry Olsen við 37.11 min. og Heina Gregersen við 39.25 min. Ongin superveteranur var úr Treysti hesaferð. Tann bólkin vann Óli Olsen við 40,52 min.

 
Borgar og Ella vunnu veteranbólkarnar              Rebekka bleiv nummar tvey hjá kvinnum

Hjá kvinnunum vísti Bjørk Herup Olsen enn einaferð klassa og góðan Oyggjaleikaform. Hon gjørdist tryggur vinnari við 38,14 min. Henni næstar komu Rebekka við 41,25 min. og Tórvør Ø. Vang við 44,53 min.

 
Veteranarnir hjá Treysti vunnu 5 av 6 heiðursmerkjum

Kvinnuveteranarnir hjá Treysti komu norður aftur við øllum heiðursmerkjunum. Ella gjørdist vinnari við 47,17 min. frammanfyri Karin við 50,36 min. og Susan við 51,49 min.

 
Jonhard endaði frammanfyri Henry og Regin       Jóhan M. og Andreas 

  
Vælnøgdur Einar vann enn einaferð á Heina      Heini hevði verið sjúkur undan kappingini

 
Terje vælnøgdur - setti pr. við 42,56 min.           Eirikkur møtir væl til kappingar

 
Jóhan M. og Andreas tosa um renningina           Esmar Johannesen

  
Astrid kemur á mál eftir 49,16 min.                     Man Jóannes vera nøgdur við tíðina?

Allar tíðirnar úrslitini hjá Treysti blivu:

41,25 Rebekka
47,07 Ella
49,16 Astrid
50,36 Karin
51,49 Susan

33,49 Marnar
34,03 Gutti
35,59 Borgar
37,03 Jonhard
38,52 Jóhan M.
39,25 Einar
39,25 Einar
39,47 Andreas
41,48 Eirikkur
42,56 Terje
45,50 Esmar
53,52 Jóannes

3. Grand Prix verður í Hósvík leygardagin 18. juni kl. 11.00.

Úrslitini frá kappingini eru at finna undir úrslit og myndir eru í myndasavninum.