Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Hetta vikuskiftið verður DM fyri ung hildið á Greve Atletikstadion. Tær báðar, Maria Biskopstø og Vibeka Sivertsen úr Treysti fara at luttaka. Oddvør Josephsen skuldi eisini luttaka, men hevur givið avboð vegna skaða. Tær báðar umboða Vejle IF í DM.

Í morginári skal Maria renna 400m hekkurenning og gongur væl í hesi kapping, so væl møguligt at Maria kemur á sigursskammilin. Maria byrjaði at renna hesa grein fyrr í ár og eigur føroyska metið við 66,13 sekund. Seinnapartin skal hon renna 400m og her kann væntast ein topp fimm plasering.

Vibeka skal renna 1.500m í morgin og hon ætlar at seta persónligt met. Tað er í løtuni 5.18,85 min.

.Sunnudagin skulu báðar renna 800m. Vibeka ætlar her at koma undir 2.30 og seta persónligt met. Hon hevur fyrr í ár runnið teinin uppá 2.31,12 min. Maria liggur eisini væl fyri í hesi grein og rennur hon upp til sítt besta, so endar hon í topp trý.

Skrá (før. tíð):
Ley.  09.20 Maria Biskopstø  400m hekk   7 luttakarar
Ley. 11.20 Vibeka Sivertsen 1.500m 14 luttakarar
Ley. 14.35 Maria Biskopstø 400m 16 luttakarar

Sun. 10.25 Vibeka Sivertsen 800m 16 luttakarar
Sun. 10.35 Maria Biskopstø 800m   9 luttakarar

Umframt Mariu og Vibeku, so er eisini íðkarar úr báðum havnafeløgunum Bragdinum og Hvirluni.

Her finnast allir startlistar og úrslit: DM ungdom 2019

Kappingin verður stroyma og kann síggjast her: DM ungdom 

Vit ynskja øllum føroyingunum góða eydnu í DM fyri ung.