Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Maria Biskopstø DM 2019 (Mynd: Lone Dybdal)

Í vikuskiftinum varð DM fyri vaksin hildið á Esbjerg Atletikstadion. Maria luttók í 200m, 400m og 400m hekkurenning.

Leygardagin rann hon 400m og enn einaferð rann hon undir minuttin. Hon rann í fyrra riðili, sum hon vann. Seinni riðilin var tann betri, men tíðin hjá Mariu 59,87 sek. rakk til eitt samlað 8. pláss av teimum 16 kvinnunum.

Sunnudagin vóru 2 kappingar á skránni hjá henni. Fyrst var tað kl. 11.00 tá 200 meturin skuldi rennast. Hon rann teinin uppá 27,52 sek. Tað rakk ikki til finalupláss. 

Góðar tveir tímar seinni, kl. 13.25, skuldi 400m hekkurenningin avgreiðast. Her skuldi hon m.a. kappast ímóti Saru Slott Petersen, sum vann EM-gull og OL-silvur í 2016. Hetta var bert aðru ferð, at Maria royndi seg í hesi grein og rann hon seg til eitt flott fjóðrapláss við tíðini 66,98 sek.

Øll úrslit frá DM eru her: Resultater DM 2019