Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 4. apríl 2020



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 16. mai




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin bleiv FM í Lendisrenning hildið í Hoydølum. Hetta var samstundis 5. umfar í BETRI Vetrarkappingini 2019/20. Hetta var 10. ferðin at FM í Lendisrenning verður runnið í Hoydølum. Treysti hevur fleiri ferðir átt FM-vinnararnar hjá bæði monnum og kvinnum. Rebekka vann øll árini frá 2011-18, Marnar Djurhuus hevur tríggjar sigrar, Jan Elmar Sørensen tveir og seinasta ár vann Steffan K. Poulsen.

Treysti hevði í ár nakrar luttakarar við, sum stóðu seg væl. Líkindini at renna vóru góð, hóast veðrið var eitt sindur skiftandi. 60 luttakarar vóru við og rennast skuldu seks umfør á umleið 1,3 km. Børnini runnu tvey umfør.

Maria Biskopstø, sum hevur vunnið tey trý undanfarnu umførini í vetrarkappingini, og sum fyri fyrstu ferð luttók í kvinnubólkinum, gjørdi bart og lat ongan iva verða um hvar FM-heitið skuldi. Hon legði seg á odda frá byrjan og munurin øktist spakuliga allan teinin, so hon at enda vann ein tryggan sigur. Nummar tvey bleiv Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum, meðan veteranurin Rigmor N. Arge bleiv nummar trý. Maria vann eisini kvinnuunglingabólkin.

Hon hevur nú fýra av fimm sigrum í vetrarkappingini. Hon var ikki við í fyrsta umfarinum Runt Agnið. Flott av Mariu, sum er spurt/miðteinarennari og fyrireikar seg til DMU innandura um mánaðarskiftið, har hon skal renna 200m, 400m og 800m.

Hjá monnunum gjørdist Signar B. Røsvik úr Bragdinum tryggur vinnari frammanfyri Eirik Hansen úr Bragninum og Helga W. Olsen.

Hjá veterankvinnunum blivu Sigrun Joensen og Eileen Matras nummar níggju og tíggju. Karin K. Petersen gjørdist nummar tvey í superveteranbólkinum. Óluva Hvannastein gjørdist nummar fjúrtan av øllum kvinnunum.

Markus Hvannastein gjørdist nummar sekstan í opna bólkinum hjá monnum. Borgar Biskopstø gjørdist nummar trý hjá superveteranum og Páll Sólstein nummar sjey. Gunnar Simonsen vann ultraveteranbólkin. 

Hjá gentunum vann Vibeka Sivertsen frammanfyri Tabitu Hvannastein og hjá dreingjunum bleiv Christian S. Andreasen nummar trý.

Alt í alt ein góður dagur, sum gav 4 FM-gull-, 2 FM-silvur- og 2 FM-bronsuheiðursmerkir.

Øll úrslitini eru at finna her: 5.BETRI VK/FM lendisrenning 2020 og myndir eru HER