Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Eins og undanfarin ár so verður aftur skipað fyri Kirkju Renning úr Kunoy til Klaksvíkar jólaaftansmorgun. Tvs. at renningin verður týsmorgunin 24. desember.

Hetta verður longu tólvta ferðin hesin túrur verður runnin. Fólk hava tikið sera væl undir við hugskotinum. Tí er avgjørt at skipa fyri túrinum aftur Jólaaftan 2019.

Veðrið ráða vit ikki yvir, og er tað tí altíð spennandi at frætta hvat veðurgudarnir borðreiða við av veðri Jólaftansmorgun, men sum forsøgnin sær út í løtuni, so verður sera gott renniveður. Mestsum stilli og eitt sindur køli, men ongin kavi - tíverri.

Runnið verður frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna. Teinurin er 11,7 km. Talan er um ein hugnaligan rennitúr og als ikki um eina rennikapping. Um onkur ætlar at renna styttri og ikki dámar at renna gjøgnum tunnilin, so ber til at byrja uttanfyri tunnilsmunnan í Haraldsundi. Tann teinurin er 6,2 kilometrar.

 
Veðrið í 2013  Veðrið í 2012

Byrja verður frá kirkjuni í Kunoy umleið kl. 9.30, soleiðis at øll hava góða tíð til at vera heima aftur áðrenn døgverða. Eftir renningina bjóðar Treysti til morgunmat hjá Amarant í Klingrugarði, har allir luttakarar er vælkomnir, at fáa sær ein bita og renniprát, áðrenn tey fara heim aftur at stakast víðari til jóla.

 
Veðrið í 2011

 
Veðrið í 2010

Luttakararnir verða bidnir um at møta við Badmintonhøllina har bussurin koyrir frá kl.8.45. Øll eru vælkomin at luttaka. Minnist til endurskinsvest og pannulyktina!

 
Veðrið í 2009  Veðrið í 2008