Treysti nýggjan venjara í summar



Nevndin í Treysti hevur í longri tíð arbeitt við at fáa útlendskan íblástur í felagið, og tað er nú eydnast. Tað hevur ikki borið til at kunnað um hetta áður, tí komandi venjarin hevur verið bundin av øðrum felag.


Talan er um John Openheim, sum í fleiri ár hevur vant afrikanskar rennarar, við sera góðum úrslitum. Á myndini omanfyri sást John við tveimum av sínum kendastu rennarum.


Nevndin vil hava meiri ferð á rennararnar hjá felagnum, og tí er hetta samstarvið komið í lag. John skal búgva á Sjómansheiminum meðan hann verður í Klaksvík, og ætlanin er at hann eisini skal hjálpa øðrum feløgum í býnum við venjing. Umframt hetta, so skal hann eisini hjálpa Oyggjaleikalandsliðnum, sum skal til isle of Wight í summar.


Avtalan við John Openheim er galdandi frá í dag 1. apríl og árið út. Hann gleðir seg til samstarvið og hevur í eina tíð fylgt teimum "gulu úr Klaksvík", sum hann tekur til. Hann tosar enskt, men skilir danskt, so tað verður nokk ongin trupulleiki við málinum.


Seinni í summar fer hann at fáa hjálp frá Henry "the mad man" Jumper, sum hann áður hevur samstarvað við. Henry er kendur sum ein framúr góður innpískari, og fyri at fáa íðkararar at gera sítt allarbesta tá á stendur! 



Teir ætla at halda jól í Føroyum, vóna at síggja nógv fólk til Jólaaftansrenningina, sum teir ímynda sær soleiðis: