Torraheilsurenning 2018


Leygardagin 25. februar kl. 14.00 skipar Treysti fyri árligu Torraheilsurenningini, sum byrjar og endar niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús.



 


Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Í mun til undanfarin ár, so tiltakið broytt soleiðis, at runnið/gingið verður í 15 min. út og so venda øll heimaftur í senn og tvs. at øll koma á mál nøkunlunda samstundis.

Rutan
Byrjað veður niðanfyri Sjúkrahúsið, og so verður fari heim eftir Klaksvíksvegnum, eftir Gerðagøtu og so víðari úteftir Oyravegnum. Ein vendir so har ein er staddur eftir 15 min. og so sama veg aftur til Sjúkrahúsið har málið er. 



 



Vegirnir verða ikki avsperraðir, og tí verður heitt á luttakararnar um at vísa stórt varsemi, meðan runnið/gingið verður. Gott hevði verið, um luttakararnir vóru í gulum vesti.


Kl. 14 - 17: Heilsucafé og opið Sjúkrahús 
Sjúkrahúsið hevur opið hús millum 14.00 og 17.00, og øll eru vælkomin.
– inngongd millum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús.


Kl. 14.00 Heilsucafé

Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni.


Kl. 14.30 Heilsucaféin verður sett


Jógvan Skorheim, borgarstjóri, setur Heilsucaféina. Eftir setanina verður boðið til ymiskt
heilsugott og leskiligt afturvið.


Kl. 14.00 Workshop
Heilsustovan (2. hædd)


Vit máta virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur.

Fysio- og ergoterapiin

Til ber at gera eina konditest, og at máta feittvirðið í kroppinum.

Rannsóknarstovan

Tilmelding til blóðgeva.


Kl. 15.00: Fyrilestur í Felagshøllini

Jógvan Skorheim, borgarstjóri leggur fram um nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík. 



Øll eru vælkomin :)