Rebekka og Marnar til DM fyri ung

Hetta vikiskifti fara Rebekka og Marnar at luttaka í DM fyri ung, sum verður hildið á Odense Stadion leygardagin og sunnudagin. Tey bæði skulu kappast báðar dagarnar. Rebekka, sum luttekur í bólkinum 18-19 ár, fer at renna 800m og 1.500m. Marnar, luttekur í bólkinum 16-17 ár, og fer at renna 1.500m og 5.000m.


Skráin hjá teimum sær soleiðis út:

Leygardagin kl. 13.20 1.500m Marnar
Leygardagin kl. 14.00 1.500m Rebekka


Sunnudagin kl. 10.20 800m Rebekka
Sunnudagin kl. 15.50 5.000m Marnar


Renna tey bæði upp til sítt besta, so er møguleiki fyri heiðursmerkjum til bæði tvey, men venjarin hjá teimum er nøgdur um tey seta persónlig met. Til meistaraskapir verður ofta runnið taktistk, so ilt er at meta um hvussu fer at gangast.

Meiri kunning, startlistar, tíðarætlan og annað í DM fyri ung er at finna her.