Persónligt met til Rebekku á 1.500m

Tað gekk væl hjá Rebekku í finaluni á 1.500m á Oyggjaleikunum í kvøld. Góða gongdin hjá henni heldur fram, og setti hon aftur eitt nýtt persónligt met á 1.500m, sum nú er 4.44,15 min. - tillukku við tí Rebekka!

Annars gekk kappingin sum væntað. Allar kvinnurnar høvdu sera javnar tíðir at vísa á áðrenn kappingina, og tá runnið verður takstiskt, so kann alt henda á seinastu 100-200 metrunum. So bleiv eisini í kvøld. Ongin tordi ordiliga at seta ferð á, og løgu allar tær mestsum javnar meginpartin av teininum. 

Tá tær høvdu runnið 1.000m hevði Rebekka eina millumtíð, sum var umleið 3.16 min. og svarar til at blíva umleið 4.54 min. Eftir 1.000m kom meiri ferð á feltið, men allar fylgdu framvegis við heilt til tað restaðu 200m. Tá kom nógv ferð á og avgerðin fall. 

Eilidh Mackenzie frá Western Isles og Claire Wilson frá Jersey fingu eitt hol, sum helt á mál, men tær fóru allar sera tættur um málstrikuna, og var Rebekka minni enn 5 sekund eftir vinnaran á mál.

Seinastu 500m metrarnar hevur Rebekka sostatt runnið uppá umleið 1.28 min. og tað er sera væl runnið av henni.

Endaliga úrslitið bleiv:
1. 4.39,41 Eilidh Mackenzie, Western Isles
2. 4.40,55 Claire Wilson, Jersey
3. 4.41,22 Claire Kiely, Isle of Wight
4. 4.41,38 Sarah Livett, Ynys Môn
5. 4.41,38 Rachael Franklin, Isle of Man
6. 4.41,88 Sarah Mercier, Guernsey
7. 4.42,28 Jessica Andrews, Isle of Wight
8. 4.42,72 Gemma Astin, Isle of Man
9. 4.44,15 Rebekka Fuglø, Faroe Islands
10. 4.49,35 Katie Bristow, Shetland Islands

Rebekka, sum eisini luttekur í 800m, skal renna innleiðandi umfar á 800m mikumorgunin kl. 11.25.