Opin kapping á Svangakarði

Leygardagin 4. juli kl. 14.00 skipar Treysti fyri opnum rennikappingum á Svangakarði. Teinarnir verða 400m, 1.500m og 3.000m.

Heitið er "Opin rennikapping" og í 400m kunnu øll luttaka, meðan 1.500m og 3.000m er fyri íðkarar føddir í 2006 ella fyrr.

Kl. 14.00 400m
kl. 14.15 1.500m
kl. 14.30 3.000m

Tilmelding fer fram við at senda meyl til treysti@treysti.fo ella á staðnum í seinasta lagi 30 min. áðrenn kappingarbyrjan.