Leiðreglur í smb. við venjing og kapping undir koronastøðuni



Frælsur Ítróttur Føroya hevur verið í sambandi við Korona-ráðgevingina viðvíkjandi venjingum og kappingum, sum støðan er nú meðan Korona herjar kring landi og heimin. Tey hava fingið játtandi svar til niðanfyri standandi leiðreglur: 


Leiðreglur hjá Frælsum Ítrótti Føroya í smb. við venjing og kappingar undir koronastøðuni



 Venjing



 -Venjing eigur at fara fram í smáum bólkum
við í mesta lagi 10 íðkarum. 



-Reinføri og tveir metra frástøða skal
virðast. 



-Reiðskapur verður ikki nýttur av fleiri fólkum,
uttan at hann verður sprittaður ímillum.



-Umklæðing fer fram heima



-Hæddarlopsmadrassan skal sprittast inn ímillum



 



Kappingar í frælsum ítrótti í breyt



 Í samband við kappingar á breyt skulu hesar
meginreglur fylgjast:



 -Umklæðing fer fram heima.



-Eingir áskoðarar eru til kappingarnar.



-Íðkarar skulu ikki savnast í størri
bólkum.



-Reinførið og tveir metra frástøða skal
virðast. Undantakið er í kappingarstøðu í renning. Í
      startpositiónini er 1 metur ímillum rennararnar og eru
teir í hesi støðu í mesta lagi í 30 - 60 sek.



-Reiðskapur verður ikki nýttur av fleiri fólkum,
uttan at hann verður sprittaður ímillum.



-Hæddarlopsmadrassan verður sprittað ímillum
hvørja kapping.



 



Rennikappingar á vegi



-Vanligar rennikappingar á vegi eru
fyribils útsettar, til tað verður mett trygt hjá fólki at savnast aftur.



-Tá tað verður mett trygt at renna í bólki
aftur, verður byrjað í bólkum við í mesta lagi 10 fólkum í hvørjum, sum verða
spjaddir við hóskandi frástøðu.



-Einkultstartskappingar og tykisrenningar
eru loyvdar beinanvegin. Í einkultstartsrenningum skal í minsta lagi 1 minuttur
vera millum hvønn start, og einstaki rennarin má ikki møta á startmálinum meiri
enn 1 minutt áðrenn startin.



 



Vinarliga



Frælsur Ítróttur
Føroya



  



______________________



Sølvi Reinert Hansen



Formaður