Hittu Lord Sebastian Coe!

Leygardagin blivu 14. Oyggjaleikirnir settir á Isle of Wight. Maðurin í setti leikirnar hesaferð, var ongin annar enn Lord Coe, betri kendur í rennihøpi sum Sebastian Coe.

Beint eftir setanina vóru vit so heppin, at vit fingu heilsa uppá Coe, sum var sera blíður. Hann var ein av heimsins bestu miðteinarennarum í fyrru helvt av 80'unum, og vann m.a. gull á 1.500m teininum í OL 1980 og 1984, og silvur á 800m í báðum teimum Olympisku Leikunum eisini. Í 1981 setti hann heimsmet á 800m við 1.41,73 min. og hetta metið stóð heilt til 1997. Dags dato eru bert 2 menn í hava runnið skjótati. 1981 setti hann eisini heimsmet á 1.000m við 2.12,18 min. og hetta stóð í heili 19 ár, og er framvegis næstskjótasta tíð á teininum.

Niðanfyri eru persónlig met hjá Sebastian Coe:

Personal bests

DistanceMarkDate
400 m46.871979 
800 m1:41.731981
1000 m2:12.181981
1500 m3:29.771986
Mile3:47.331981
2000 m4:58.841982
3000 m7:54.321979
5000 m14:06.21980