Gull og silvur í DMU

Julian Gregersen gjørdist danskur meistari og Óluva A.
Joensen vann silvur í DMU í vikuskiftinum. Treysti hevði seks íðkarar við og
samanumtikið gekk bara væl hjá teimum.



Julian Gregersen, sum luttók í bólkinum 18-19 ár, var við í
800m og 1.500m. Honum gekst sera væl og eydnaðist tað honum, eftir ein góðan og
sera spennandi endaspurt í 800m renningi, at vinna gull. Tiðin bleiv 1.59,48
min. Í 1.500m renningini, sum bleiv nokkso takstisk um bronsuheiðursmerkið, tí
favorittin, Andreas Lindgren gjørdu teir onki við, eydnaðist tað akkurrát ikki
hjá Juliani at spurta sera triðjapláss. Hannn mátti taka til takkar við
fjóðraplássið í tíðini 4.09,84 min. Bronsan bleiv vunnin við 4.09,10 min. Suverena
vinnaratíðin var 3.53,42 min.



Óluva A. Joensen, sum er ein av okkara sera evnaríku
kastarum, luttók í kúlustoyti fyri gentur 14-15 ár. Seinasta ár vann hon silvur
í hesi kapping við 11,77m. Hesuferð stoytti hon í fjórðu royndini 3 kg tungu
kúluna út á 11,80m. Tað rakk enn einaferð til eitt flott silvurheiðursmerki og
bæði persónligt met og bólkamet. Vinnari av teimum 18  gentunum við 12,01m gjørdist Sara K.
Andersen, sum eisini umboðar Vejle IF.



Oddvør Josephsen rann fyrst 400m leygardagin kl. 10.30 og so
800m kl. 15.00. Lat tað verða sagt beinanvegin, at tað ikki gekk heilt eftir
vild hjá Oddvør í DMU hesuferð. 400m rann hon uppá 62,79 sek. og gjørdist
nummar átta av tólv gentum, men tað var bert ½ sekund upp til fimtapláss.
Vinnarin hevði 57,65 sek. Í 800m gjørdist hon nummar seks av átta gentum. Hon
rann góð trý sekund frá sínum persónliga meti og harða útleggið kostaði henni í
seinna enda. Tíðin hjá henni var 2.21,93 min. sum kortini er ein góð 800m tíð.
Sunnudagin rann hon 1.500m, men tá vóru beinini sera tung. Her bleiv tað til
eitt sjeyndapláss av teimum tólv gentunum. Tíðin hjá henni var 5.11,67 min. Hon
rann seinasta ár undir 5 minuttir. Suverenur vinnari í hesi kapping við tíðini
4.28,45 min. gjørdist Anna Mark Helwigh úr Sparta. Hon vann fyrr februar vann
hon eina europeiska lendisrenning í Portugal fyri gentur undir 20 ár.



Maria Biskopstø luttók í 800m leygardagin og 1.500m og
hæddalopi sunnudagin. Hon rann ein góðan 800m og gav donsku gentunum harða
kapping um heiðursmerkini, men tá avtornaði endaði hon á fjórðaplássi av teimum
15 gentunum við tíðini 2.21,64 min. Hetta var minni enn tvey sekund frá
gullinum, sum Majken Lützen úr Ballerup AK vann við 2.19,75 og bert 60/100 frá
bronsuni, sum Marie Falkebo Jensen úr Sparta vann við 2.21,04 min. Hon rann
eisini ein rímiliga góðan 1.500m. Við 4.54,93 min. rann hon seg til eitt flott
fimtapláss av teimum 17 gentunum og var tað bert eitt gott sekund frá bronsuni.
Greiður vinnari gjørdist Nikoline Høegh Nielsen úr Sparta við 4.46,27 min. Stutt
eftir 1.500m luttók hon í hæddarlopi. Her bleiv tað til eitt áttandapláss av
ellivu gentum við 1,38m. Vinnarin, Karla Schärfe úr Sparta, setti 1,67m danskt
ungdómsmet fyri gentur 14 ár.



Birita Ryan er spurtari og loypari. Hon luttekur í bólkinum
14-15 ár.Hon stóð á bíðilista til longdarlopskappingina leygarmorgunin og var
klár um okkurt avboð kom, men allar møttu, so hon slapp ikki at loypa. Seinni
um dagin rann hon 60m. Við tíðini 8,52 sek. var hon bert 7/100 sek. frá
persónliga metinum. Hon bleiv nummar fýra í sínum riðili og samanlagt nummar
fimtan av teimum 24 gentunum. Í trístøkki gekk sera væl hjá henni. Hon gjørdist
heldur óvæntað nummar fimm við persónligum meti við einum lopi uppá 9,84m. Harumframt
leyp hon tvær ferðir 9,83m. Longsta lop hennara áðrenn var 9,35m frá DMU
seinasta ár. Í Íslandi í januar leyp hon 9,29m.



Hans Sivertsen, sum luttekur í 16-17 ár, rann fyrst 400m
leygardagin kl. 10.50. Hann setti PR í Íslandi við 57,61 sek. Her rann hann
eitt gott sekund seinni 58,81 sekund, og gjørdist nummar fimm av teimum fimm
dreingjunum. Góðar fýra tímar seinni rann hann 800m. Hann gjørdist her nummar
ellivu av teimum tólv dreingjunum. Tíðin bleiv 2.16,75 min. eftir at hann rann
seinasta umfar uppá góð 30 sekund!



Samanumtikið er eru hetta góð úrslit, tí kappast verður
ímóti teimum allarbestu í Danmark.

Myndirnar hevur Andreas Josephsen tikið.