Gakk ella renn - Føroya Bjór (Summarfestivalur)

Kom við til rennitiltakið
"Gakk ella renn fyri heilsuna 2019" á Summarfestivalinum, ið Treysti
og Føroya Bjór skipa fyri. Vælumtókta tiltakið verður leygardagin kl. 11.00 á
Summarfestivalinum.

Øll sum luttaka eru við í kappingini um góðar
vinningar frá Føroya Bjór:




- 3 x gávukort á 320 kr. frá Føroya Bjór

- 3 x t-shirt frá Føroya Bjór

- 5 x 6 pakk av Jolly Cola



Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella
renna í 15 minuttir "út" og so venda øll "heimaftur" í
senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan
samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.




Guttorm Sørensen og Eileen Matras frá Treystinum
siga: “Gakk ella renn fyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera
vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap
samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk
ella renn” á Summarfestivalinum. Hetta tiltakið, saman við Føroya Bjór, er nú
vorðin ein fastur táttur á Summarfestivalum, og verður afturvendandi komandi
árini.




Aftaná renningina er møguligt at fáa okkurt
leskiligt frá Føroya Bjór