Fyrilestur við Henrik Jørgensen og Anna Holm

Til NS hálvmarathon fáa vit vitjan av Henrik Jørgensen og dóttrini Anna Holm.

Tey koma at hava ein áhugaverdan fyrilestur í Klaksvík og luttaka í NS hálvmarathon.

Henrik Jørgensen er kanska besti danski rennarin nakrantíð. Hann er kendur sum rennarin við pannibandinum og hevur danska metið á marathon frá 1985.

Hann var við í OL í 1984 og 1988, og vann London Marathon í 1985. 

Dótturin Anna Holm er besti danski kvinnuligu rennarin í løtuni. Hon luttók á marathon í OL í Rio 2016, og er við í elitufeltinum til London Marathon 22. apríl. 

Fyrilesturin verður hóskvøldið 3. mai kl. 19.00.

Tilmelding er ókeypis og verður boða frá her á Facebook, so vit vita nøkurlunda hvussu nógv koma.