Frálík Hvítusunnurenning í morgun




Í morgun vóru tað yvir 60 fólk við í Hvítusunnurenningini, sum Treysti skipaði fyri. Runnið/gingið bleiv úr Klaksvík til Viðareiðis. Nøkur valdu kortini at byrja eftir tunnlarnar norður um fjall (og tað er væl skiljandi). Teinurin úr Klaksvík til Viðareiðis er einar 19 km og einar 11 km eftir tunnlarnar. Líkindini at renna vóru av teimum allarbestu í morgun. Mestsum stilli og ongin sól, men lýtt kortini. 


Elsti luttakari var yvir 70 ár og yngstu vóru undir 10 ár, so tað er sera stuttligt at síggja, at øll, yngri sum eldri, taka undir við og hava mót uppá slíkar renni/gongutúrar. Tað ger felagskapin uppaftur sterkari og betur.


Sum um tað ikki var nokk at renna 19 km, tá komið er til Viðareiðis, so vóru tað fleiri í runnu eitt umfar runt á Viðareiði eisini. Hetta var fyri at fáa eitt ½-marathon á sítt CV! So tað eru fleiri sera røsk og treyst fólk.


Øll komu norður í øllum góðum, og eftir gott brúsubað í Skúlanum á Viðareiði, so var farið til døgverða á Hotel Norð. Til borðhaldið vóru næstan 50 fólk. Onkur hevði boðið familjuni við til ein góðan bita. 


Har varð fyrst borðreitt við suppu við asparges í, síðani var lambakjøt við eplabátum, flødaeplum og salati afturvið, og omaná tað var kaffi við rabarbugreyti, heimagjørdum ísi, rullukøku, lagkøku o.ø. So har bleiv ein stór, sera væluppiborin máltíð etin eftir dagsins rennitúr. 


Myndir frá renningini eru at finna í myndasavninum. Nakrar myndir eru her niðanfyri.


 
Hanna millum tunnlarnar                                   Gott at fáa gott føroyskt vatn


 
Hesar báðar eru treystar                                   Eileen, Kathe og Ingun ávegis oman í Depil


 
Hans var betur fyri í ár enn seinasta ár             "Ommurnar" eru altíð við 


 
Tveir "lokalir" viðoyingar. Dánjal og Torfinn      Henny, Tanja og Sigrid fylgdust


 
Kristian var ein av teimum í rann ½-marathon   Maibritt í góðum hýri. Hvat annð skal man vera


 
Magnus Pauli er óførur                                       ...og tað er Ella eisini 


 
Petur Even var vælnøgdur við tiltakið               Magnus, Magnus, Magnus - tú ert góður :)


 
Jens Christian vann á sær sjálvum...                 ...og Malan eisini


 
Ingun og Eileen koma á mál                                Kathe kom í hølunum á teimum


 
Mariann og Nina á veg oman av Váli                   Jonhard og Andreas tóku sær av løttum 


 
Hesar tríggjar vóru raskar                                  Áah den doyligi døgverði