Enn ein sigur til Einar í Vetrarkappingni

Í góðveðrinum leygardagin bleiv sjeynda og næstseinasta umfar í BETRI Vetrarkappingini hildið í Trongisvági, har Hvistan var vertur.

Gott og væl 40 rennarar luttóku hesuferð. Vinnari hjá monnum bleiv aftur Einar Gregersen. Tíðin bleiv 33.11 min. frammanfyri Sam Vang við 33.45 min. og Ragnar Rasmussen við 34.22 min. Samlaða kappingin í topp trý bleiv avgjørd í Trongisvági, tí við sigrinum hevur Einar tryggja sær sigurin í samlaðu vetrarkappingini, frammanfyri Ragnar og Sam.



Sam og Einar á odda nakað eftir byrjan

Hjá kvinnunum bleiv tað sum væntað Hergerð Heldarskarð, sum vann. Tíðin hjá henni bleiv 39.47 min. Henni næstar komu Ann-Mari av Skaðri við 40.11 min. og Marita Hansen við 43.01 min. Í samlaðu kappingini er Marita Andrasardóttir á odda frammanfyri Hergerð Heldarskarð og Ann-Mari av Skarði, men um Rebekka Fuglø luttekur og vinnur seinasta umfar, so vinnur hon eisini samlaðu kappingina.

Hinir rennararnir hjá okkum stóðu seg væl. Heini bleiv nummar trý í veteranbólkinum. Vibeka vann gentubólkin og Karin bleiv nummar seks í sínum bólki.

Leinkja til úrslitini er her: https://www.webscorer.com/race?raceid=172179

Leinkja til nakrar myndir hjá Hvistuni er her: BETRI VK-7 í Trongisvági






Finalan í BETRI Vetrarkappingini verður sum vænt í Runavík í smb. við árligu Várkappingina hjá Roysnið. Tá verður eisini kappast um FM í 10 km.