Betri Stórkappingin byrjar leygardagin


Leygardagin verður fyrsta umfar í Betri Stórkappingini. Kappingin er í trimum umførum, sum øll vera á Tórsbreyt. Allar kappingar verða avgreiddar sambært tilmælunum frá mynduleikunum.



Kappast verður hesar dagar við vertsfelagi í klombrum:




Allar kappingardagarnar verður byrjað klokkan 12.30. Kappingargreinarnar verða stórt sæð tær somu í ár sum í fjør. Tilmeldingin liggur klár her og allar tilmeldingar skulu vera avgreiddar mikukvøldið 6. mai.

Í fyrsta umfari verður kappast í hesum greinum:
8-9 ár: 60m, 400m, bóltkast og longdarlop
10-11 ár: 100m, 600m, Bóltkast og longdarlop
12-13 ár: 100m, 600m, diskuskast og trístøkk
14-15 ár: 100m. 1.000m, diskuskast og trístøkk
16-17 ár: 100m, 1.000m, diskuskast og trístøkk
18-19 ár: 100m, 1.000m, hamarkast og trístøkk
Vaksin_: 100m, 1.000m, hamarkast og trístøkk
Børn 5-7 ár: Bóltkast 




HER ber til at hyggja eftir hvussu kappingargreinarnar og kappingarreglurnar eru.



Á myndini niðanfyri sást eisini hvørjar greinar hvør bólkur kappast í.