6.Grand Prix Fjarðastevnu Renning á Strondum

Fríggjakvøldið 15. juli kl. 18.30 verður skipað fyri 6.umfari í Grand Prix fyri vaksin. Kappinging verður á Strondun í smb. við Fjarðastevnuna har um vikuskiftið.
Teinurin, íð runnin verður, er fyri tey vaksnu 10 km, og er hetta Grand Prix teinurin. Byrjað verður við gomulu ferjuleguna, og runnið verður móti Morskranesi at venda og aftur.
Barnarenning verður eisini, og verður talan um niðanfyri standandi aldursbólkar.

Børn (gentir og dreingir):
gentur -7 (2004 ella seinni) umleið 500 m
dreingir-7 (2004 ella seinni) umleið 500 m
gentur -10 (2001-2003) umleið 500 m
dreingir -10 (2001-2003) umleið 500 m
gentur -13 (1998-2000) umleið 1000 m
dreingir -13 (1998-2000) umleið 1000 m
gentur -17 (1994-1997) umleið 1000 m
dreingir -17 (1994-1997) umleið 1000 m
Samstundis sum talan er um Grand Prix renning, so er eisini talan um eina opna kapping har øll eru vælkomin at luttaka. Bólkarnir hjá teimum vaksnu í Grand Prix eru:

Menn opin bólkur (f.1995 ella fyrr)
Kvinnur opin bólkur (f.1995 ella fyrr)
Menn veteranar (f.1956-1965)
Kvinnur veteranar (f.1965 ella fyrr)
Menn superveteranar (f.1956 ella fyrr)

Øll renning byrjar við á ferjuleguni. Kostnaður fyri luttøku er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn
 
Tilmelding her ella á staðnum frá kl. 17:30