5. Grand Prix Vestanstevnu Renning í Miðvági fríggjakvøldið

Rennikappingin á Vestanstevnu í Miðvági verður fríggjakvøldið kl. 18.00. Teinurin, ið runnin verður, er fyri tey vaksnu 7 km og er hettar Grand Prix teinurin. Byrja verður á vegnum omanfyri spæliplássið/fótbóltsvøllin og runnið verður norð móti vatninum at venda og aftur. Børnini renna út móti báthylinum og aftur.

Barnarenning verður eisini og verður talan um niðanfyri standandi aldursbólkar.


 


Børn (gentir og dreingir):
gentur -7 ár, 500 m
dreingir-7 ár, 500 m
gentur -10 ár, 500 m
dreingir -10 ár, 500 m
gentur -13 ár, 1000 m
dreingir -13 ár, 1000 m
gentir -17 ár, 1000 m
dreingir -17 ár, 1000 m

Grand Prix renningin hjá teimum vaksnu er uppdeild soleiðis:


• Kvinnur opin bólkur (f. -1995) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1995) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1965-ella tvs. 46 ella eldri


• Menn (M45+) veteranar (f. 1965-1956) tvs. 46-55 ár
• Menn (M55+)superveteranar (f. -1955 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri


Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur, tá árið 2011 er runnið.

Skráin
Skráin fyri rennikappingina fríggjadagin 8. juli á Vestanstevnu í Miðvági sær soleiðis út: 
kl. 18.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1995 ella fyrr) - 7 km, GP 
kl. 18.00 Veteranar (f.1965-1956) - 7 km, GP
kl. 18.00 Superveteranar (f.1955 ella fyrr) - 7 km, GP 
kl. 18.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2004 ella seinni) - 500 m 
kl. 18.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2001-2003) - 500 m 
kl. 19.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1998-2000) - 1.000 m 
kl. 19.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1994-1997) - 1.000 m 
kl. 19.30 Heiðursmerkjahandan við startin.



Øll renning byrjar við gamla Kirkjugarðin/MB-húsið. Kostnaður fyri luttøku er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn



Tað kunnu verða broytingar í teininum hjá teimum vaksnu, tó ikki stórvegis.


 


Tilmelding verður á www.renn.fo ella á staðnum.