4.Grand Prix Jóansøkurenning og barnarenning


Tíðindaskriv frá FÍF: Leygarmorgunin klokkan 11.00 verður startskotið til 4. umfar av Grand Prix fyri vaksin latið av á Tvøroyri. Tað er endurstovnaða felagið í Suðuroy – Hvistan, sum saman við FÍF skipar fyri. Sum vanligt verður eisini barnarenning við vanligu aldursflokkingini runnin aftaná.


Møtt verður í Tvøroyrar Skúla, har startnummur kunnu avheintast frá kl. 10.00. Her verður eisini møguleiki fyri umklæðing og brúsubaði eftir lokna kapping.


Smyril verður ikki á Tvøroyri fyrr enn kl. 12.00, so tey, ið ætla til Suðuroyar at renna, mugu suður fríggjakvøld. Ikki ber til at flyta renningina til kl. 13.00, tí so verður hátíðarliga  skrúðgongan órógvað. Vónandi verða nakrir rennarar norðani frá, sum kortini taka undir við renningini hjá Hvistuni. Vitijið heimasíðun hjá Hvistuni, har meira kann lesast: http://www.hvistan.webs.com/


Tilmeldingin er ikki klár enn, men kann væntast klár mánakvøldið.